Søkt verður eftir skrivara 3/4 tíð, at byrja 1. mai 2017.
Sum skrivari hevur tú m.a. hesar arbeiðsuppgávur:
- Ábyrgd av bókhaldinum
- Umsita fíggjarætlan
- Avstemming av debitorum og kreditorum
- Skipa fyri fundum
- Fólkayvirlit
- Journalir
- Lønir
- Annað fyrisitingarligt arbeiði
Vit ynskja, at tú:
- Hevur skrivstovutbúgving, helst við royndum innan almenna fyrisiting.
- Hevur góðar telduførleikar
- Ert álítandi og fyrikomandi, hevur evni til at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannfelagið.
Umsóknarfreistin er 20. apríl 2017 kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til borgarstjóran á tel. 735895.
Umsókn við útbúgving, CV og viðmælum skulu sendast til:
Hvannasunds Kommunu
Sundvsegur 6
740 Hvannasund
Ella við telduposti til:




