Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað prutlar undir lokinum í Tjóðveldi

John William Joensen

Undan landstinginum hjá Tjóðveldi, sum var fyri kortum, vóru tað røddir í Tjóðveldi, sum av álvara vóru farin at tosað um at skifta formannin út. Hóast flokkurin hevði eitt sera gott val á seinasta løgtingsvalinum, er flokkurin í dag næstan 1000 atkvøður minni enn hann var í 1998, tá Høgni Hoydla á fyrsta sinnið varð valdur á ting.

Undan landstinginum hjá Tjóðveldi, sum var fyri kortum, vóru tað røddir í Tjóðveldi, sum av álvara vóru farin at tosað um at skifta formannin út. Hóast flokkurin hevði eitt sera gott val á seinasta løgtingsvalinum, er flokkurin í dag næstan 1000 atkvøður minni enn hann var í 1998, tá Høgni Hoydla á fyrsta sinnið varð valdur á ting.

Flokkurin er gingin nógv aftur í norðurøkinum seinastu árini, og harafturat hevur valdømisskipanin, eisini havt óhepna fylgir fyri flokkin í Eysturoynni og Norðoyggjum.

Á seinasta løgtingsvali fekk Tjóðveldi 1.875 atkvøður í Eysturoy og Norðoyggjum – av 5.589 í øllum landinum, t.v.s. áleið ein triðing av øllum atkvøðunum hjá flokkinum uppá landsbasis. Úrslitið varð kortini, at hesin triðingurin rakk ikki til ein einasta tingmann av 7.

Tá Heini O. Heinesen var formaður í Tjóðveldi, og Høgni Hoydal stillaði upp fyrstuferð, fekk Tjóðveldi heili 23,8 % av samlaða atkvøðutalinum. Hetta var í 1998.

Hóast undanfarna samgonga millum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, vegna fleiri tyngjandi mál, stóð seg illa á løgtingsvalinum í 2015, so megnaði Tjóðveldi einans at fáa 20,7%.

Í samlaðum atkvøðum fyri alt landið, fekk Tjóðveldi 5.730 atkvøður á valinum 2015 ímóti 6.584 atkvøður í 1998.

Í Norðoyggjum er Tjóðveldi næstan minkað niður í eina helvt í atkvøðutalið. Í 1998 fekk Tjóðveldi 957 atkvøður, meðan einans 566 norðoyingar atkvøddu fyri Tjóðveldi á seinasta løgtingsvalinum.

Støðan í Norðoyggjum er neyvan batnað síðan løgtingsvalið, tí á seinasta býráðsvalinum í Klaksvík, misti Tjóðveldi tveir av trimum býráðslimum har m.a. veljararnir tveittu løgtingskvinnuna hjá Tjóðveldi úr býráðnum.

So kann mann siga at flokkurin stendur seg væl í Suðurstreymoy, sum er størsta valøki í landinum, men spurningurin er bara hvussu leingi meirlutin av veljarafeløgum kring landi kunnu liva við verandi støðu.

Sirið Stenberg – eitt gott boð

Spurningurin er so, hvør kann møguliga avloysa Høgna Hoydal sum formann í flokkinum. Tað vóru fleiri sum løgdu til merkis á flokkstinginum, at fólkatingsumboðið hjá flokkinum, Magni Arge, royndi at markera seg sum eitt alternativ. Men sum støðan er vorðin verður neyvan semja millum veljarafeløgini um at velja ein formann úr Suðurstreymi.

Steinbjørn O. Jacobsen, fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, sum er ein týðandi róst í Tjóðveldi í Norðuroyggjum, rósar í dag alment Sirið Stenberg og tað er eingin loyna at hon er høgt í metum kring landi í Tjóðveldi. Tí er hon eitt gott boð sum framtíðar formaður í Tjóðveldi. Støðan í flokkinum, serliga í Eysturoynni og Norðoyggjum, ger at eitt formanskiftið helst verður áðrenn komandi løgtingsval.