Starvið sum varastjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi er leyst at søkja til setan 1. juni 2017 ella eftir nærri avtalu.
Sum varastjóri verður tú ein partur av yvirskipaðu leiðsluni á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Næst fyrisetti er sjúkrahússtjórin.
Suðuroyar Sjúkrahús hevur umleið 110 fólk í starvi í fleiri yrkisbólkum.
Ábyrgd og heimildir hjá sjúkrahúsleiðsluni
- Sjúkrahúsleiðslan hevur í felag yvirskipaðu leiðsluna av Suðuroyar Sjúkrahúsi. Í hesum liggur: visjónir, mál og menning, sjúklingaviðgerð, diagnostikkur og røkt, gransking, langtíðar fysisk og fíggjarlig planlegging, stovnsmenning og leiðslumenning.
- Sjúkrahúsleiðslan skal virka og uppfatast sum ein heild við sjúkrahússtjóranum sum tann, ið hevur endaligu ábyrgdina yvirfyri Heilsu- og innlendismálaráðnum.
Serligt ábyrgdarøki hjá varastjóranum
- Ábyrgd av yvirskipaðu samskipanini á røktarfakliga økinum.
Ábyrgdarøkið og arbeiðsuppgávur eru neyvari greinaðar í starvslýsing, sum er til taks.
Førleikakrøv
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur (autorisatión)
- Útbúgving innan sjúkrarøkt frá hægri lærustovni
- Leiðsluroyndir, bæði innan røktarøkið og við fíggjarætlanarábyrgd
- Kunnleiki og innlit í fíggjarstýring
- Holla vitan um sjúkrarøktina á fleiri økjum
- Framskygni viðvíkjandi røktarfakligu menningini
- Kunna taka avgerðir saman við hinum í leiðsluni
- Skapandi evni og óbundin av vanahugsan, duga og tora at raðfesta uppgávur
- Góð samstarvsevni
- Góð samskiftisevni
- Góð leiðsluevni
Løn og setanarviðurskifti:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, stig 48 umframt eina ikki eftirlønargevandi leiðaraviðbót, sum er 5.000 kr. um mánaðin. Setanarøkið fevnir um Heilsu- og innlendismálaráðið og stovnar undir tí. Arbeiðsstaður verður Suðuroyar Sjúkrahús. Setanarmyndugleiki er Heilsu- og innlendismálaráðið. Talan er um fulltíðarstarv.
Tann, ið settur verður, má tola møguligar broytingar í starvinum.
Nærri fæst at vita um starvið, starvslýsing v.m. við at venda sær til Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóra, tlf. 343300 ella ronnie@ssh.fo.
Umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:
Sjúkrahússtjórin
Suðuroyar Sjúkrahús
Sjúkrahúsbrekkan 19
FO-800 Tvøroyri
Umsóknarfreistin er 10. mai 2017.




