Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvør mannar miðverjuna hjá KÍ leygarkvøldið?

Jákup Ósá

Báðir miðverjarnir hjá KÍ sita uttanfyri við leikbanni til dystin móti ÍF leygarkvøldið.

Hørður Askham fekk tvey gul kort og harvið reytt kort móti EB/Streymi seinasta dyst, meðan Jonas F. Rasmussen fekk sítt 4. gula kort í landskappingini. Tískil sita báðir uttanfyri til dystin móti ÍF. Teir hava báðir spælt frá byrjan allar landskappingardystirnar. Men hvussu verður miðverjan hjá KÍ so mannað, nú hon skal mannast heilt av nýggjum. Niðanfyri hava vit sett navn á fýra av kanska mest uppløgdu boðunum

Ahmed Mujdragic

Verður Ahmed Mujdragic tøkur at spæla frá byrjan, so verður hann helst annar av miðverjunum. Ahmed var fastur miðverji saman við Jonas í fjør, men hevur í ár havt smáskaðar at drigist við. Tað hevur darvað onkran dyst, og so tykist tað sum, at tá liðið spælir við tveimum miðverjum, so vera Jonas og Hørður higartil valdir framum. Ahmed spældi 45 minuttir sum ætlað móti NSÍ í 1.deildardystinum mánakvøldið og tað bendur á, at hann er við at blíva klárur.

Atli Danielsen

Ein av møguleikunum til miðverjuna er royndi Atli Danielsen. Hann fór í miðverjuna seinastu løtuna móti EB/Streymi, tá Hørður var farin út vegna reytt kort. Atli hevur spælt nakrar dystir í miðverjuni hjá KÍ gjøgnum tíðirnar og hevur eisini royndir frá A-landsliðnum á hesum plássi. Hevur royndirnar og tykist vera eitt gott boð, um boð ikki vera eftir honum til verjukenda leiklutin á miðvøllinum, sum hann hevur røkt væl fyrr í ár.

Ólavur Niclassen

Ólavur Niclassen hevur verið skaddur seinastu tíðina, men er byrjaður at venja aftur og spældi við 1.deild í Runavík mánakvøldið. Spældi ein dyst í miðverjuni í fjør á besta liðnum og hevur í ár spælt fleiri dystir á vinstra bakki ella vongbakki á besta liðnum. Tað vísir at hann er nær uppstillingini. 

Ísak Simonsen

Ein av leikarunum, sum undir Mikkjal K. Thomassen hevur spælt nakrar dystir sum miðverji. Er júst komin aftur frá skaða og spældi sínar fyrstu minuttir seinasta sunnudag hetta kappingarárið. Tá spældi hann á vinstra bakki, har hann var eyðsýndur. Spurningurin er, um Ísak longu er klárur at byrja inni ein dyst, men hansara royndir frá at hava spælt sum miðverji fyrr ger hann til ein av møguleikunum.

Hinir møguleikarnir

Av øðrum møguleikum kundu tveir aðrir leikarar verið nevndir. Tað er Jákup B. Andreasen, sum onkrar venjingardystir hevur leikt antin sum vinstri vongbakkur ella sum vinstri miðverji í eini 3-mansverju. Sørmundur Kalsø spældi í fleiri ár sum miðverji hjá KÍ, men hann hevur ikki spælt á hesum plássi undir Mikkjal sum venjara. Tí er tað neyvan ein møguleiki, sum er serliga sannlíkur. Verður tað ikki ein av áðurnevndu møguleikum, so kemur tað óvæntað á.