Bygdasøgan, sum Nes kommuna hevur latið skrivað um bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes, verður útgivin í kvøld, hóskvødið 4. Mai kl. 19.30, í Tofta skúla
Bygdasøgan, sum Nes kommuna hevur latið skrivað um bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes, verður útgivin í kvøld, hóskvødið 4. Mai kl. 19.30, í Tofta skúla
Bygdasøgan telur 3 bind. 2 tey fyrstu bindini er bygdasøga meðan tað triðja bindið er ættarsøga. Tað er rithøvundurin Helgi Jacobsen ið hevur skrivað Bygdasøguna. Ættarsøguna hevur Torleif Hansen skrivað og lagt til rættis.
Bind 1 og 2 koma út í kvøld, meðan bind 3 kemur út seinni í ár.
Í kvøld, á útgávudegnum, kostar hvørt bindi kr. 250. Vanligur prísur verður kr. 350. Tey sum hava goldið og bílagt bøkur fáa eisini bøkurnar útflýggjaðar.
Á myndini síggja vit ein vælnøgdan rithøvunda við teimum báðum fyrstu bindunum.




