Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Musikkstevna í Sørvági

Tíðindaskriv

Árliga Musikkstevnan fyri horn- og harmoniorkestur verður hildin í Sørvági dýrabiðidag 12.mai, sum er fríggjadagin í hesi vikuni. Fyrsta stevnan varð hildin í 1966.

Í ár er Sørvágs Tónleikarfelag fyri sjeyndu ferð vertur fyri stevnuni, og skipaði felagið fyrstu ferð fyri stevnuni í 1969. Í ár verða 9 orkestur á Musikkstevnuni. Hesu ferð luttekur á fyrsta sinni eisini eitt hornorkestur úr Íslandi. Tað er Brassband Reykjavíkur stovnað í 2013.

Konsert verður í fimleikarhøll skúlans, og byrjar hon fríggjadagin klokkan 14:00.

Hini átta orkestrini, sum luttaka eru: Sørvágs Tónleikarfelag, Harmoniorkestrið GHM, Fuglafjarðar Hornorkestur, Klaksvíkar Hornorkestur, Nes Sóknar Musikkfelag, Havnar Hornorkestur og Tvøroyrar Hornorkestur.

Inngongd til fimleikarhøllina er fram við svimjihøllini niðanfyri.