Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

8. umfar: Toppdysturin er við Stórá

Jákup Ósá

Metingar: Nummar 2 og 3 møtast við Stórá í Trongisvági.

Metingar: Nummar 2 og 3 møtast viðStórá í Trongisvági.

Sunnudagin verður 8. umfar íEffodeildini leikt. Spenningurin er stórur, tí lítil munur ermillum liðini. So lítil, at fimm ymisk lið hava møguleikan atvera á odda í deildini sunnukvøldið, tí einans 3 stig skiljanummar 1 og 5. Síðani liggja B36 og 07 Vestur beint aftanfyri oghava ei heldur mist sambandið við fremstu liðini. Niðanfyriverður mett um 8. umfar.

NSÍ-07 Vestur

NSÍ hevur havt trupulleikar viðslíkum dystum sum hesum í ár. Bæði EB/Streymur og Skála fóruúr Runavík við stigi, og tað var ikki gamalt. 07 Vestur hevurfingið nógv stig á útivølli og spælir fyri tíðina baraútidystir, nú graslíkið í Sørvági verður skift. NSÍ hevureina strævna hálvfinalu í beinunum, og tað kann ávirka. Men NSÍhevur breiðan hóp og kann rotera við m.a. at geva onkrum leikarumfrá oddaliðnum í 1.deild møguleikan. NSÍ liðið hevur fyrr íár vunnið stórt á 07 Vestur á útivølli í steypakappingini oghóast munurin helst verður minni hesaferð, so eigur NSÍ at hálasigurin heim á heimavølli. Tipping: 1 (2-0)

EB/Streymur-HB

EB/Streymur hevur víst fleiri ferðir,at liðið gott kann taka stig frá teimum bestu. So leingi sum liðiðikki er aftanfyri, so er liðið væl skipað. Pílurin hjá HBpeikar uppeftir, har fleiri av nýggju leikarunum nú veruliga geramun. Í hesum dystinum hevur heimaliðið fyrimun av, at HB hevurspælt hálvfinalu í vikuni og sum skilst er HB rakt av fleiriskaðum fyri tíðina. Tí kann EB/Streymur aftur hesaferð havafínan møguleika at fáa stig, men tippið er, at antin AleksandarStankov ella Sebastian Pingel skorar avgerandi málið. Tipping: 2(0-1)

Skála-B36

Skála hevur fingið stig móti KÍ, HBog NSÍ. Nú skal liðið royna at fáa tað sama móti B36. B36tykist ikki vera so væl fyri í løtuni, har skaðar møguligaeisini hava stóra ávirkan á úrslitini. B36 vitjaði EB/Streymseinasta landskappingardyst og hevði bóltin størsta partin avtíðini, men megnaði ikki at avgera dystin. Hetta kann blíva einlíknandi dystur, tí Skála hevur ofta eitt verjukent útgangsstøðiðmóti teimum sterku liðunum. Tá so hálvfinalan mikukvøldið kemuri myndina afturat, so er B36 ikki serliga stórur favorittur hendandystin meir. Tipping: X (1-1)

ÍF-Víkingur

Hetta kann lættliga blíva eittbaldrut ár hjá ÍF. Eitt er, at liðið liggur til niðurflyting íløtuni. Nakað annað er, at komandi tríggjar uppgávurnar,Víkingur (heima), NSÍ(úti) og HB (úti) neyvan fara at kasta nógvstig av sær. Tað merkir so, at liðið kann koma at missa sambandiðvið fleiri av liðunum frammanfyri, og tá verður tungt at komaaftur. Og so leggjast trupulleikar uttanfyri vøllin afturat. Hendandystin hava venjari og lyklaleikari leikbann vegna kleyvarskap, harein leikari er brúktur, ið ikki hevði arbeiðs- oguppihaldsloyvið. Hjá ÍF ræður um at leggja hetta afturum seg, títað er farið og felagið kann kanska fegnast um, at revsingin ístørsta mun bara rakar hendan eina dystin, har ÍF kanska óansæðhevði tapt og har mótstøðuliðið ikki beinleiðis er einkappingarneyti í botnstríðnum. Víkingur plagar sum oftast at fáafulla úrtøku í Fuglafirði og nú smali ÍF hópurin manglarhelvtina av verjuni, sum frammanundan hevur verið ivasom, so kannhetta skjótt blíva ein greiður sigur til oddaliðið. Leikbanniðhjá Ndende A. Guéye, sum mangan hevur verið uppruddingarmaður íÍF verjuni, ger, at tað kanska fer frá 1-3 til 1-4 ella 1-5.Tipping: 2 (1-4)

TB/FC Suðuroy/Royn-KÍ

Toppdysturin er við Stórá. TB fyllir125 ár hetta vikuskiftið og sum partur av felagsliðnum er ætlaninuttan iva, at vinna sær 3 stig, sum sendir liðið í øllum førumupp á 2. plássið í deildini. Dystirnir við Stórá millum TB ogKÍ plagdu at vera javnir og spennandi. Tað verður hesin helsteisini, tí suðuroyingar tykjast betri fyri enn í fleiri ár,serliga á heimavølli, meðan KÍ hevur eina hálvfinalu frámikudegnum í beinunum. Heimaliðið er kent fyri sín stóra innsatsog helst fara suðuroyingar at kanna, í hvørjum fysiskum standi KÍleikararnir eru í. KÍ hevur ein breiðan hóp og kann eins og NSÍvelja leikarar frá toppinum í næstbestu deildini. Tí ermøguleikin at velja frískar og úthvíldar leikarar, um mettverður, at dystirnir liggja ov tætt. Bæði liðini hava fysiskastyrki og verður talan um fysiskan dyst, so kann tilvildin ráða.Tað er lættast at vænta, at dysturin verður líknandi teimummillum TB og KÍ seinastu árini. Lítið av skipaðum spæli, javntog spennandi við einum 1-1 javnleiki sum endaligum úrsliti.Tipping: X (1-1)

Mynd: Jan Smedemark

Harleywoodpaint