Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formula fingið altjóða viðurkenning í Tokyo

Tíðindaskriv

Sum tað einasta virkið umboðandi øll Norðurlond fekk Formula altjóða viðurkenning á móttøku fyri løtu síðan. Formula varð tilnevnt eitt fyrsta pláss millum 80 aðrar altjóða fyritøkur, sum vóru í uppskoti til heiðurin.

Formula fekk viðurkenningina fyri støðugt og áhaldandi at vera ein av teimum mest nýskapandi veitarunum av Net- og Kervisloysnum hjá Fujitsu.

Eyðun Thorsvig, sum umboðaði Formula á móttøkuni, sum varð hildin fyri løtu síðan, sigur, at hettar er eitt úrslit av miðvísum arbeiði við førleikamenning av starvsfólkunum og eini áhaldandi stremban eftir at menna arbeiðsgongdir,soleiðis at Formula gerst meira kappingarført og á henda hátt kann veita kundum eina kappingarføra tænastu við hægstu góðsku. Nýhugsan er partur at okkara samleika, so hettar herðaklappið eru vit sera fegin og errin av. Serliga havandi í huga, at Fujitsu er ein fyritøka við 170.000 starvsfólkum, sum veitir KT tænastur í fleiri enn 100 londum, so tað er ikki ein og hvør, sum hevur givið okkum hettar herðaklappið. Vit vórðu tilnevnd eitt fyrsta pláss í kapping við 80 aðrar fyritøkur, so hettar er sera stórt fyri okkum á Formula.

Henda viðurkenning gevur okkum hug og áræði at leggja enn meira fyri, soleiðis at vit eisini frameftir kunna gera okkum galdandi, har tað er spennandi, mennandi og ikki minst hugaligt at arbeiða.