Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Her spæla NSÍ og B36 sínar heimadystir

Jákup Ósá

NSÍ og B36 hava tikið avgerð um, hvar tey spæla sínar heimadystir í Europa League.

NSÍ og B36 hava tikið avgerð um, hvar tey spæla sínar heimadystir.

Fyrr í vikuni gjørdist greitt, at bæði KÍ og Víkingur fara at hava nýggjan heimavøll í Europa kappingum í mun til, hvar tey vanliga hava spælt. KÍ hevur skift Svangaskarð út við ovara vøll í Gundadali, meðan Víkingur hevur skift Svangaskarð út við Tórsvøll.

Men NSÍ og B36 fara at spæla á sama stað sum í fjør. B36 spælir á ovara vølli í Gundadali, har liðið eisini hevur sín vanliga heimavøll, meðan NSÍ spælir á Svangaskarði. Arnfinn Langgaard er formaður í NSÍ og hann sigur, at tað er upplagt at spæla á Svangaskarði.

– Leikvøllurin á Svangaskarði liggur beint við okkara økið. Vit hava næstan altíð spælt á Svangaskarði og okkum dámar væl har, so tað er mest upplagt hjá okkum at spæla á Svangaskarði í ár, sigur Arnfinn Langgaard við Norðlýsið.