Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ javnaði í seinasta sekundi

Jákup Ósá

B68 var á veg móti einum týðandi sigri í Klaksvík, men so fekk KÍ brotsspark í 94. minutti, sum Henry Heinesen skoraði uppá.

Tað var eitt slag av toppdysti í 1.deild leygarkvøldið á Norðoyastevna. Bæði KÍ og B68 eru partur av oddastríðnum, har eisini fleiri onnur lið eru. B68 kom á odda í fyrra hálvleiki við máli frá Emil Ronaldsson. Í seinna hálvleiki royndi KÍ at trýsta, men tað gekk illað at skapa nakran mál møguleika. Sum heild var talan um ein illa spældan dyst við. Men í yvirtíðini fekk KÍ brotsspark og tað skoraði Henry Heinesen uppá. 1-1 var endaliga úrslitið.

Spenningurin er stórur í 1.deild, har tað í løtuni bara eru 6 stig frá nummar 1 til nummar 5 og tá hevur B68 á 5. plássi spælt ein dyst færri.

1. NSÍ 22 stig (10 dystir)

2. AB 21 stig (10 dystir)

3. KÍ 20 stig (10 dystir)

4. HB 17 stig (10 dystir)

5. B68 16 stig (9 dystir)