(Dystarfrásøgn) Talan var ikki um einvæl spældan dyst, tá KÍ og 07 Vestur spældu landskappingardyst íKlaksvík. KÍ fekk einasta málið og kundi tí tryggjað sær eintýðandi sigur.
Undan dystinum var roknað við, atonkrir leikarar blivu útskiftir nú so tætt var millum dystirnar.Og vit sóu eitt óvæntað val í uppstillingini. Tórur Justesenfekk møguleikan frá byrjan á verjukenda miðvøllinum. Jonas F.Rasmussen var við frá byrjan eftir leikbann, meðan HjalgrímElttør eisini kom inn í mun til liðið, sum byrjaði seinastadyst. Hjá 07 Vestur var Søren Nielsen á bonkinum frá byrjan.
KÍ fekk ikki spælið at koyra
Hetta skuldi skjótt vísa seg at blívaein trupul dystur hjá KÍ. 07 Vestur lá langt afturi á vøllinum,og so var tað upp til KÍ at skapa dystin. Og tað gekk trupult, tíavleveringarnar sótu illað og fleiri persónlig mistøk vóru.Fyrsta hálvu av fyrra hálvleikinum hendi einki, men so byrjaði KÍat skapa góðar støður. Einu ferðina endaði roynd á stongini ogannars vóru fleiri ferðir boð eftir málverjanum SilasEyðsteinsson. Hálvleiksstøðan var 0-0.
Hjalgrím avgjørdi
Hjalgrím Elttør, sum ikki hevðispælt ein góðan fyrra hálvleik, gjørdist avgerandi stutt eftirsteðgin. Eitt sindur tilvildarliga endaði bólturin hjá honum viðbrotssteigarmarkið og hann var tryggur. So var 1-0. Hetta var málnummar 102 hjá Hjalgrím í bestu deildini. KÍ helt fram at stýradystinum eftir málið, men sum fráleið kom 07 Vestur betri ogbetri við. Trýstu hægri uppi og royndu at hótta. ÁlopsleikarinKen Fagerberg hevur verið vandamikil flestu dystirnar, men KÍ hevðisum heild gott tak á honum, har bæði Jonas F. Rasmussen og HørðurAskham spældu ein góðan dyst. 07 Vestur fekk lagt eitt sindur avtrýstið á KÍ, men sum heild hevði liðið trupult at koma tilstórar mál møguleikar. 1-0 gjørdist endaliga støðan.
Týðandi sigur hjá KÍ
Effodeildin byrjar nú veruliga at takaskap. Toppliðini hava skylt seg burturúr og KÍ er eitt av trimumliðum, sum í løtuni kappast um FM. Hetta var ein avbjóðandidystur hjá KÍ, tí bara tríggir dagar vóru millum hendan ogsíðsta dyst. Tað gjørdi, at KÍ ikki fekk spælt við optimalariorku. Tað sást eisini á spælinum til tíðir, at leikararnir ikkivóru so avgjørdir sum ofta fyrr. 07 Vestur gjørdi tað trupultfyri KÍ, men sæð yvir allan dystin, so er eingin ivi um, at KÍvar munandi betra liðið. Sigurin var tí uppiborin, hóast monguheima áskoðararnir máttu sitast við nervum til seinasta bríksl.




