Søkt verður eftir skrivstovufólki til Vørn/Fiskiveiðieftirlitið, at byrja sum skjótast.
Ert tú fyrikomandi og løtt/lættur at samstarva við og hevur lætt við at taka við nýggjum avbjóðingum, ert tú rætti persónurin til starvið.
Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur:
- Telefonmóttøka
- Journalisering við 360
- Avgreiðsla av fiskiloyvum
- Eftirlit við VMS (Eftirlit við skipaknattstøðum)
- Umsiting av fiskidøgum/kvotum
- Annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði
Førleikakrøv:
- Skrivstovuútbúgving, HH ella aðra líknandi viðkomandi útbúgving
- Góðan førleika, at samskifta á føroyskum og norðurlendskum.
- Góð samstarvsevnir.
Setanartreytir:
Starvsheitið er Skrivstovufólk
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Starvið er fulltíðarstarv.
Umsóknarfreist: 7. juni 2017.
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo




