Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alarar prógv í Dugnaskaparroynd í sigling

Tíðindaskriv

Í dag fingu alarar hjá Marine Harvest Faroes og Hiddenfjord prógv í Dugnaskaparroynd í sigling á Vinnuháskúlanum.

Alivinnan hevur tey seinnu árini gjørt stórar íløgur í nýggjar og stórar tvíkiljur, sum skulu vera ein partur av alibrúkum runt landið. Nýggjastu tvíkiljurnar eru tó vorðnar so stórar, at prógv krevst fyri at føra tær. Í hesum sambandinum hava Vinnuháskúlin, Marine Harvest Faroes og Hiddenfjord samstarva um at útbúgva alararnar, soleiðis at teir lúka krøvini frá myndugleikunum. Hetta er fyrstu ferð, at Vinnuháskúlin hevur skipað fyri einum skeiði, sum er stílað til alivinnuna.

Harleyfacadeacryl