Í fyrsta Champions Leagueundankappingardystinum eydnaðist tað Víkingi at vinna og skapa særí minsta lagi ein møguleika at koma víðari.
Undan dystinum var spurningurin, hvørjastyrki liðið hjá Trepca 89 úr Kosovo hevði. Men helst hevðiVíkingur ein møguleika var mett av teimum flestu.
Javnur dystur
Trepca 89 vísti seg eisini at havagóðar leikarar, men heilt skjótt sást, at teir tó ikki vóru sogóðir, at Víkingur ikki kundi spæla við. Talan var sum heild um ein javnan dyst, har liði i skiftust um at skapa vandastøður. Víkingur kom á oddaí fyrra hálvleiki eftir eitt gott tíðarskeið, har liðið fleiriferðir skapti vandastøður. Málskjútti var Gunnar Vatnhamar, sumí ár hevur fingið sítt gjøgnumbrot. Trepca 89 skapti kanska ikkiso nógvar stórar møguleikar, men uppá eitt frálíkt langskoteydnaðist tað at javna. Víkingur fekk bóltin í málið beintáðrenn hálvleik, men bríkslað bleiv fyri rangstøðu. Tað varikki lætt at síggja á upptøkunum, um tað var rætt ella skeivtdømt.
Lawal avgjørdi
Í seinna hálvleiki byrjaði Víkingurvæl, men sum fráleið javnaði dysturin seg út. Spurningurinbleiv, hvør fekk avgerandi málið. Tað bleiv Víkingur, tá GunnarVatnhamar legði innfyri til Adeshina Lawal. Móti endanum kundiSølvi Vatnhamar økt til 3-1, á hann heldur tilvildarliga gjørdistpúra leysur og uppá slíkar møguleikar plagar hann at skora, menhesaferð bjargaði málverjin. Løtu seinni kundi Trepca 89 havtjavnað, men bólturin endaði á yvirleggjaranum. Endaliga støðanvar 2-1 til Víking.
Víkingur kann brúka sigurin
Óansæð hvat tað endar í Kosovo, soer talan um góðan sigur fyri Víking og føroyskan fótbólt.Víkingur fær ágóðan við at fáa hægri styrkismeting framyvirog føroyskur fótbóltur betrar um sínar møguleikar til atvarðveita møguleikan at hava fýra lið við í Europa kappingunum um tvey ár.Víkingur hevur fleiri ferðir áður skapt góð úrslit áútivølli, so møguleikin er til staðar hjá Víkingi at skapa somikið gott úrslit, at tað eydnast at koma víðari.




