Tann 13. mai 2015 var móttøka í vardu íbúðunum á Heygavegi 56 har ung fólk við serligum tørvi búgva. Men nú, eitt ár seinri, eru hondverkarar farnir í holt við, at taka allan klædningin niður, tí trupulleikar eru við bjálvingini.

Hondverkarar eru í ferð við at skifta innaru pláturnar út, tí tað er komið fram, at tær taka vætu í seg, hóast tær eru góðkendar. Hetta er ein stór skandala í nógvum bygningum í Danmark og tað eru hundraðtals milliónir, sum standa uppá spæl. Eisini í fleiri støðum í Føroyum eru slíkar plátur brúktar.
Sum skilst er avgerð tikin um at skifta allar pláturnar út og arbeiði er umfata av garnati frá byggiharranum.