Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sóknast eftir statistum til stórfilm í Mikladali til í morgin

Norðlýsið

Brúk er fyri statistum í MORGIN (týsdagin) til spælifilmin NINA, sum í løtuni verður upptikin á Kalsoynni.

Beinta Haraldsen, leikstjóri á filiminum NINA, søknast eftir statistum á Facebook. Fleiri statistar eru funnir, men til upptøkurnar, sum skulu gerast í morgin, er tørvur á væl fleiri. Upptøkurnar verða í Húsa kirkju, upplýsir leikstjórin á Facebook.

Spælifilmurin NINA er ein spennandi filmur, ið heilt víst fer at seta Norðoyggjar – og mest av øllum Kalsoynna – í miðdepilin, tá ið hann eftir ætlan verður sýndur kring heimin. Tí er hetta óiva ein gyltur møguleiki hjá onkrum, ið hevur áhuga fyri filmi, at fáa eina øðrvísi uppliving, ið ikki ofta er møgulig í Føroyum.

Soleiðis skrivar Beinta Haraldsen á Facebook:

Hevur TÚ hug til at vera statistur í spælifilminum NINA í morgin, týsdag, á Kalsoynni? 🙂 Upptøkurnar verða í Húsar kirkju. Tú kemur við SAM úr Klaksvík kl. 14:50 og fer heim aftur seinni um kvøldið. Vit leita eftir fólki í øllum aldrum. Send mær ella Julia Í Kálvalíð eini boð ella ring á tel. 281234 / 593438 (Julia Í Kálvalíð).