Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ skrivaði søgu – vann í Vági

Jákup Ósá

Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins hevur KÍ vunnið ein dyst í Suðuroynni í næstbestu deildini, tá mótstøðuliðið hevur verið TB ella VB/FC Suðuroy.

KÍ vann 2-0 í Vági í dag móti TB/FC Suðuroy/Royn. KÍ kom á odda beinanvegin í dystinum við máli frá Jóannes K. Danielsen, og beint eftir hálvleik økti sami Jóannes K. Danielsen til 2-0. Við sigrinum staðfesti KÍ sína støðu í oddinum, har liðið kappast við AB um fremsta plássið. KÍ hevur ongantíð áður vunnið í næstbestu deildini í Suðuroynni undantikið dystir móti Royn ella Sumba.

Teir sum vóru á søguliga KÍ liðnum vóru hesir: Kristinn Vilhelmsen, Andrias Frederiksberg, Dia Høgnesen, Jóhan W. Høgnesen, Mikkjal á Bergi, Tórur Justesen, Steinbjørn Olsen, Aksel B. Danielsen, Heðin Klakstein, Petur Andreasen og Jóannes K. Danielsen. Á bonkinum: Bárður Hansen, Fróði Mørkøre og Jógvan Isaksen. 

KÍ hevur 33 stig fyri 15 dystir og liggur á 2. plássi í 1.deild.

Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag

Harleyfacadeacryl