KÍ og NSÍ bresta saman við Djúpumýruí einum dysti millum tvey av liðunum, sum hava ligið í topp 3størsta partin av árinum.
Undan dystinum liggur KÍ á 2. plássivið 33 stigum, meðan NSÍ liggur á 4. plássi við 26 stigum. ABliggur á odda við 37 stigum, meðan B68 liggur á 3. plássi við29 stigum. Men KÍ og NSÍ hava leikt hendan dystin færri enn hini.Tí kann KÍ við sigri koma heilt tætt uppat AB, sum ermótstøðuliðið hjá KÍ leygardagin, meðan NSÍ við sigri kemuruppá 3. pláss. Megna bæði KÍ og NSÍ at enda í topp 3 í1.deild, so flytur bara eitt lið niður úr Effodeildini.
At dysturin liggur eftir dystirnar íEffodeildini ger, at liðini kunnu spæla við sterkari liði ennannars. Tí koma vit helst at síggja nógvar leikarar á vøllinum,sum hava spælt í Effodeildini fyrr í ár. Hjá KÍ kunnu vit væntaat síggja leikarar sum t.d. Tórur Justesen, Jóannes K. Danielsen, HeðinKlakstein og Aksel B. Danielsen umframt Jóhan W. Høgnesen, sum kom til KÍ í summar, meðan NSÍ kann brúka leikarar summ.a. Petur Knudsen, Jonleif Højgaard og Andri Benjaminsen umframt,at Christian Høgni Jacobsen kanska eisini verður at síggja ávøllinum. Hann kom aftur til NSÍ í summar og spældi viðnæstbesta liðnum seinasta dyst.
Dysturin í Klaksvík í kvøld byrjarkl. 19.30, og dómari verður Alex Troleis.




