Eftir at hava útgivið eina sera sterka debut útgávu, hevur bólkurin Konni Kass veruliga havt vind í seglunum. Bólkurin hevur spælt nógv uttanlands og heima í Føroyum, og í kvøld vóru tey á summar festivalinum fyri fyrstu ferð

Bólkurin er mannaður av góðum og royndum tónleikarum. Konni Kass á sang og saxofon, Torleik Mortensen á bass, Per Ingvald Højgaard Petersen á trummum og Knút Háberg Eysturstein á keyboards og synth.
Tað er næstan midnátt og nógv fólk hava leitað sær niðan til hesa forvitnisligu konsert.
Bólkurin leggur út við laginum “I Lie”. Lagið byrjar við keyboards og sang. Tað er nakað heilt serligt við røddini hjá Konni. Hon gevur eina framúr góða vokalpresentatión, ið er nærverandi og sannførandi.
Bólkurin er tjekkaður og væl samanspældur. Tey spæla nógv við delay og reverb effektir, sum gera ljóðmyndina luftiga og sera spennandi. Hetta er tónleikarir ið taka tónleikin í álvara, og tað er gott! Eisini forfrískandi at hoyra ein tónleikabólk ið ikki hava nakran gittarleikara.
Hæddarpunktið var uttan iva seinasta lagið “Time”. Ein sterkur sangur, sum hálaði alla fjøldina inn í tónleikauniversið hjá Konni Kass. Konsertin endaði við eini langari saxofon solo.
Settlisti
I Lie
Surrender
Run
Sunlight
Nýtt lag, einki heitið
Sounds
Rain
Time