Tey í Norðoya Sparikassa og deildum sparikassans taka nú ímóti børnum, sum meldað til fiskikapping á Kósabrúnni og til vatnkríggið. Í skránni verður mint á at hava bjargingarvest til vatnkríggið og fiskikappingina. Um fiskikappingina sigur skráin soleiðis:
Tilmelding til fiskikapping og vatnkríggj, er í deildunum hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík. Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 19. august kl. 15:00.
Øll – bæði børn og vaksin, sum luttaka í vatnkrígnum, kunnu roknað við at gerast dýggj vát og tí er umráðandi, at hava heit klæði við.




