Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ísak Simonsen vendi 0-1 til 2-1 seinastu løtuna

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Ísak var ísakaldur í avgerandi løtuni móti endanum av dystinum.

Tá 88 minuttir vóru leiktir hevði KÍtakkað fyri seg í meistarastríðnum í ár og lá bara 3 stig frá5. plássi. Men við tveimum málum frá viðoyinginum Ísak Simonsenkom KÍ aftur og vann 2-1.

Í góðveðrinum á Skála var MichalPrzbylski aftur við frá byrjan, meðan tað á KÍ liðnum manglaðuleikbannaði Jonas F. Rasmussen og skaddi Jóannes K. Danielsen ímun til seinasta dyst. KÍ byrjaði í eini 3-5-2 leikskipan.

Deyðligur fyrri hálvleikur

Í fyrra hálvleiki byrjaði liðinivarisliga. Onkur langskot frá KÍ vóru, men tá 20 minuttir vóruleiktir, kom Skála á odda. Michal Przbylski gjørdist knappligafríður í vinstru síðu og hann skoraði umvegis stongina. 1-0 varhálvleiksstøðan, og tað var ikki óuppiborið, tí Skálaleikararnir vóru raskir og hildu KÍ frá nøkrum stórum málmøguleikum.

KÍ sat á øllum síðsta hálva tíman

Í seinna hálvleiki royndi KÍ frábyrjan at seta seg á dystin, men hetta eydnaðist ikki rættiligafyrstu løtuna. Tá ein hálvur tími var eftir, so byrjaði trýstiðhjá KÍ at økjast. Í 68. minutti vildu allir KÍ áskoðarar havabrotsspark, tá Albert Adu fór um koll, men floytan tagdi. KÍtrýsti og trýsti og fleiri góðir møguleikar komu. Tá sá ikkiút til at vera dagurin hjá teimum bláu, men so bragdaði seinastu løtuna. ÍsakSimonsen javnaði við høgra beininum í 88. minutti og inni íyvirtíðini skallaði Jóannes Bjartalíð eitt innlegg uppá tvørstil Ísak Simonsen, sum aftur var ísakaldur, og so kókaði millummongu KÍ áskoðararnar á Skála. Hesaferð helt leiðslan eisiniog KÍ kundi tryggja sær trý sera týðandi stig. Bæði í mun tilat halda seg inni í meistarastríðnum og at liggja væl fyri í muntil at koma út í Europa.

Kann sigurin fáa gongd í KÍ aftur?

Seinni hálvleikur á Skála var nakaðav tí besta, sum KÍ hevur víst í longri tíð og liðið vístiyvirskot til at avgera alt seinastu løtuna. At spæla á Skálahevur altíð verið trupult fyri KÍ og hesin dysturin bleiv eisinitrupul, hóast KÍ hevði sigurin uppibornan. Men eins og í fjør,so avgjørdi KÍ í yvirtíðini. Nú vil tíðin vísa, um hesinsigurin kann fáa gongd á aftur hjá KÍ, sum komandi trý umførinimøtir 07 Vestur, ÍF og EB/Streymi, áðrenn leiðin gongur tilNorðragøtu at vitja Víking, sum við sigri á B36 í dagstaðfesti, at teir framvegis eru favorittar at endurvinna FM.