ÍF hevur nú sett venjarar.
Albert Ellefsen hevur verið venjari hjá ÍF seinastu tveir dystirnar, men við tað, at hansara venjaraútbúgving ikki er endurnýggjað og tískil gongur út í summar, so hevur hann ikki loyvið at vera venjari meir enn í 30 dagar.
– Eg kundi ikki vera longri venjari, men nú havi eg fingið Oddbjørn Joensen at hjálpa mær, so tað vera vit báðir, sum koma at standa á odda fyri liðnum restina av árinum. Eg verið burturstaddur hóskvøldið, so tá kemur Oddbjørn at standa á síðulinjuni. Málið hjá okkum er, at vit byrja eina nýggja kapping nú og royna at fáa so nógv stig sum gjørligt. Eftir hendan dystin er longri steðgur, og tá fara vit at koyra á, sigur Albert Ellefsen við Norðlýsið.
Sostatt er greitt, at Albert Ellefsen og Oddbjørn Joensen koma at standa á odda fyri ÍF liðnum seinastu 8 umførini.




