Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innilig áheitan á landsstýrið og løgting

John William Joensen

Nú baði Vága-og Norðoyatunnilin eru útgoldnir og skuldarfríir vísir Landsverk á, at um verandi skipan við Tunnilsfeløgum og bummgjaldi heldur fram, fer 30% av bummgjaldinum til umsiting.

Nú baði Vága-og Norðoyatunnilin eru útgoldnir og skuldarfríir vísir Landsverk á, at um verandi skipan við Tunnilsfeløgum og bummgjaldi heldur fram, fer 30% av bummgjaldinum til umsiting.

Landsverk skrivar:

tá skuldin er burtur, og gjaldið er komið so langt niður, at tað bert fer til at fíggja raksturin, er ikki talan um eina haldgóða loysn, tí tá gerast umsitingarútreiðslurnar lutfalsliga alt ov høgar….

Sostatt fáa Føroyar heimsins dýrastu innkrevjingarskipan og tað er beinleiðis skilaleyst.

Landsverk skrivar víðari:

…. Um ikki beinleiðis lata verandi vegskatt og skrásetingargjøld fara til vegakervið, og harvið lata verandi akfarsgjøld, sum borgarin longu rindar, fara til rakstur og viðlíkahald av landsins vegum, so er ein annar háttur at fíggja hesar uppgávur at hækka bensin- og oljuavgjøldini á akfør. Við at hækka tey 16 oyru, dekkar hetta rakstur og viðlíkahald av Vágatunlinum. Við at leggja 37 oyru oman prísin fyri liturin, ber eisini til at fíggja rakstur og viðlíkahald av Norðoyatunlinum….

Hetta merkir at prísurin av brennievni hækkar einans umleið 0,3 % 

Hetta eru skilagóðar loysnir, sum eru í trá við samhaldsfesti, sum altíð hevur eyðkent útbyggingarnar av undirstøðukervinum í føroyska samfelagnum.

Tað kann undir ongum umstøðum góðtakast at ávís øki í landinum verða brandskattað, og tí eiga bummgjøldini at verða avtikin í dag. Vit hava ikki stundir at bíða til í morgin.

BUMMGJALDI VEKK NÚ!!!!!

LES meira her