Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ er best umboðað í U21 uppstillingini

Jákup Ósá

KÍ er felagið, sum er best umboðað í uppstllingini á dagsins U21 landsliði, sum hevur spennandi uppgávu.

Fsf.fo skrivar: Í dag klokkan 16:00 spælir føroyska U21-landsliðið næsta dystinum í undankappingini til EM 2019. Mótstøðuliðið er Danmark, og nú er greitt hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum Eli Hentze, venjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari senda á vøllin frá byrjan.

Elias Rasmussen verður á mál, og í føroysku verjuni verða Benjamin Heinesen, Bartal Wardum og Ólavur Niclasen. Á miðvøllinum verða Teit Jacobsen, Hákun Edmundsson, Betuel Hansen, Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð. Í álopinum verður Jákup L. Thomsen.

Eykaspælarar verða Karstin Hansen, Ari Olsen, Jann Benjaminsen, Petur Knudsen, Búi Egilsson, Meinhard E. Olsen og Bjarni Petersen.

Ókeypis atgongd er til U21-dystin millum Føroyar og Danmark, sum verður floytaður í gongd á Tórsvølli klokkan 16:00.