Skótahúsini í Skúvadali eru um at verða heilt liðug. Tað, sum nú er í høvuðsheitinum at fáa lagt seinasta lagið av tjørupappi á takið. Harumframt stríðast kvinnur og menn í løtuni í Uppistovu at lúta inventarið, ið skal eystur í Skúvadal fyrsta dagin.
Talan er um trappu upp á loftið, handlista, gyrðing um trappuholið á ovaru hæddini, beinkir og borð til stovuhæddina.
Tá vit stukku inn á gólvið í Uppistovu seinnapartin, var gott lag á fólkunum, hóast fyrst skuldi grundast við låuti og síðani smyrjast átta ferðir, so var lagið gott og hufarsligt prát, sum mangan í slíkum løtum.




