Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvar tilmeldingar og nakrar konsertir

Tíðindaskriv

Í komandi viku byrja Elsa Waage, operasangarinna og Antonia Hevesi, pianistur sangundirvísingina í Skálanum í Klaksvík. Eisini verða konsertir

Í komandi viku byrja Elsa Waage, operasangarinna og Antonia Hevesi, pianistur sangundirvísingina í Skálanum í Klaksvík. Eisini verða konsertir

Hjá øllum sangáhugaðum og virkandi sangarum, verða komandi tvær vikurnar ein uppliving. Umframt sangundirvísing, verða konsertir bæði í Klaksvík og í Havnini. Hesar konsertir verða lýstar seinni.

Fyri at geva unga fólkinum ein størri áhuga fyri professionellari sangframførslu, verður bæði farið í fólkaskúlan á Skúlatrøð at syngja fyri 7. og 8. flokkunum og eisini í Tekniska Skúla, sum jú er miðnámsskúli. Tiltøkini verða ein dag á hvørjum stað.

Umframt at tær koma at hava framførslur, so hevur tilmeldingin gingið væl við einum 50 tilmeldingartímum og tvey kór fáa eisini undirvísing serskilt.

Tó er avgjørt – hóast tilmeldingin er góð – so ætla fyrireikararnir at gera tað so, at tilber at melda til – sum seinasta freist – áðrenn í kvøld, mikukvøldið 06. september , kl. 00.00 (kl. 24). So fæst at síggja, um øll sleppa við, sigur fyrireikingarbólkurin, sum er Klaksvíkar Tónlistaskúli, Klaksvíkar Kvøldskúli og kórleiðararnir Jóhanna Johannessen og Jógvan við Keldu.

Tilmeldingarstaðið er Klaksvíkar Kvøldskúli – kks.fo.