Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vendi dystinum við 10 leikarum

Jákup Ósá

KÍ var aftanfyri 1-0, tá málverjin fekk reytt kort. Tilsamans tríggir leikarar vardu KÍ málið.

Málverjin fekk reytt kort og útileikarar vardu málið restina av dystinum, men KÍ megnaði hóast tað at venda 0-1 til 2-1 í einum heldur sjáldsomum dysti í kvøld.

Jógvan Skeel Nolsøe legði B36 á odda 1-0 í 11. minutti og í 21. minutti fekk KÍ málverjin Fríði Sigurðsson reytt kort. KÍ hevði ongan málverja á bonkinum, so restina av fyrra hálvleik vardi útileikarin Fróði Mørkøre málið hjá KÍ. Í seinna hálvleiki vardi útileikarin Jákup Pauli Ziskason málið hjá KÍ.

Men hóast avbjóðandi umstøðurnar, so megnaði KÍ at venda dystinum í seinna hálvleiki. Í 69. minutti javnaði Mikkjal á Bergi og í 80. minutti avgjørdi Steinbjørn Olsen. 2-1 gjørdist endaliga úrslitið, og tað má sigast at vera flott avrik frá KÍ, sum annars ikki hevur vunnið ein dyst í 1.deild síðani 31. juli.

Sostatt varðveitti KÍ 2. plássið í spennandi kappingini um 2. og 3. plássið í 1.deild. B68 vann 8-3 á NSÍ og Víkingur vann 2-0 á HB. Støðan er sostatt óbroytt, har KÍ á 2. plássi hevur 43 stig, B68 hevur 42 stig og Víkingur hevur 41 stig.

Hetta var eisini ein smeitur fyri B36, sum liggur til niðurflyting. Giza Hoyvík vann 4-1 á ÍF og tí øktist munurin upp, har TB/FC Suðuroy/Royn nú er á 8. plássi við 27 stigum, trimum fleiri enn B36 við einum dysti færri.

Harleywoodpaint