Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lars ætlar at broyta leikskipan og uppstilling

Jákup Ósá

Lars Olsen væntar, at vit koma at síggja broytingar í bæðileikskipan og uppstilling í mun til seinasta landsdyst.

Mikudagin vandi A-landsliðið í Klaksvík í sambandi við fyrireikingar til komandi A-landsdyst. Hetta er aðru ferð íár, at roynt verður at venja uttanfyri høvuðsstaðin, og møguligaverður tað afturvendandi, at hava onkra venjing runt um ílandinum.

– Tað er møguligt, at vit fara á ferð eisini næstu ferð vitmøtast við landsliðnum. Í Sørvági var áhugin stórur fyrivenjingini, og tað hevði hann nokk eisini verið í Klaksvík, sumveðrið var til vildar, segði Lars Olsen við Norðlýsið.

Aftur til tvær ketur á fýra

Seinasta landsdyst spældu Føroyar í nøkrum sum líktist einari3-6-1 leikskipan.

– Eg var væl nøgdur við, hvussu tað riggaði at spæla viðtrimum í verjuni. Men hesaferð kann gott vera, at vit fara afturtil at spæla 4-4-2 ella 4-4-1-1, tí at tað passar kanska betri tilat spæla hendan dystin, tí Lettland hevur mær vitandi spælt 3-5-2seinastu dystirnar. Vit hava fingið Sonna Ragnar Nattestad og HallHansson aftur frá skaðum og teir trýsta á at sleppa íuppstillingina, men eg havi ikki tikið støðu enn, hvussu liðiðfer at síggja út, men tað kunnu blíva broytingar, segði Lars.

Málið er 3. plássið

 – Møguleikarnir fyri at fáa eitt gott úrslit eru góðir. Vitvunnu fyrra dystin í Lettlandi, men vit mugu ikki undirmeta teir.Men vit mugu avrika betri enn í seinna hálvleiki móti Andorra.Málsetningurin til hesa undankappingina var at fáa fleiri stig ennseinastu undankapping, og tað hava vit rokkið. Nú hava vit settnýggj mál fyri hesar báðar seinastu dystirnar og fáa vit fýrastig hesar báðar seinastu dystirnar, so enda vit á 3. plássið,og tað haldi eg vildi verið eitt ótrúliga flott úrslit. Taðfara vit eftir, og so mugu vit síggja, um tað eydnast, segði LarsOlsen eftir venjingina í Klaksvík.