Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Broyting í veðurmynstrinum

Hanus Kjølbro

Sera áhugavert á hesari myndini er at síggja restirnar av tropisku ódnini, Ophelia. Hon sæst nakrar 100 fjórðingar beint vestan fyri Gibraltarsundið. Vanliga fara tropiskar ódnir vestureftir, men Ophelia er farin næstan beint norðureftir. Ódnareygað sæst enn, men tað verður neyvan leingi afturat. 

Vikan hevur verið eitt sindur buldralig, hvat veðrinum viðvíkur. Nógvur vindur og nógv regn; tó hevur verið gott veður í løtum. Økini við hátrýsti hava lagt seg soleiðis, at lágtrýstini eru komin ímóti okkum vestaneftir og eru farin tætt fram við Føroyum. Ættin hevur tí verið eitt sindur skiftandi í løtum.

Nú sæst ein lítil broyting í veðurmynstinum. Lágtrýstini fara næstu dagarnar at nærkast okkum úr suðuri ella útsynningi og at steðga upp í havinum vestan fyri Føroyar. Ein fylgja av hesum fer at verða longri tíðarskeið við veðri úr sama lágtrýsti og longri skáar ímillum keðiligt veður. Luftin fer fyri tað allarmesta at koma til okkara úr útsynningi ella suðuri. Bert onkrar løtur úr øðrum ættum.

Hetta leygarkvøldið er bert ein veðurstøð hjá Landsverki eftir, sum ávarar um vind. Tað er hon á Heltnini við við Oyndarfjarðarvegin. Ættin í Føroyum er útsynningur, vindferðin 7 til 12 m/s; turt er allastaðni kring landið.

Vindurin er í minking. Í nátt verður bert ein ond úr ymsum ættum og turt, men í morginári fer aftur at regna. Tað verður helst vátt líka til seint seinnapartin, og vindurin fer at koma úr øllum ættum – úr landsynningi snimma á morgni, av landnyrðingi ella norðuri á middegi (tá er vindurin vaksin upp í 10 til 15 m/s eina løtu), av útnyrðingi og vestri seinnapartin (tá er vindurin minkaður aftur) og so úr útsynningi um kvøldið. Soleiðis er, tá ið lágtrýst fara framvið so skamt úr Føroyum.

Mánadagin leggur eitt hátrýstøki seg yvir okkara leiðir. Í hátrýstøkjum er vanliga gott veður. Veðrið verður tí gott mánadagin. Týsdagin nærkast restirnar av tropisku ódnini, Ophelia, okkum sunnaneftir. Hon fer eftir øllum at døma tvørtur um Skottland og inn í Norðsjógvin. Vit fara bert at merkja aftursíðuna av fyrrverandi ódnini. Hetta verður týsmorgunin.

Framhaldandi gott vikuskifti