Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framvegis spenningur um uppflytingina

Jákup Ósá

B68 tapti, men tað gjørdi KÍ eisini. Tí er framvegis spenningur um, hvørs vit fáa tvey lið at flyta upp í Effodeildina ella ikki. 

Í dag var næstseinasta umfar í 1.deild leikt. KÍ tapti 3-1 móti Giza Hoyvík, meðan B68 tapti 2-0 móti AB. Víkingur vann 4-0 á TB/FC Suðuroy/Royn og hevur tryggjað sær silvur heiðursmerkini. Enn liggur KÍ á 3. plássi, 3 stig frammanfyri B68.

Skal B68 flyta upp, so er fyrsta treyt, at B68 vinnur á ÍF og at KÍ tapir móti AB í seinasta umfarinum. Tað er ikki so óhugsandi, tí ÍF er niðast og AB er ovast. Men tað skal eisini ein málmunur vinnast inn hjá B68. Undan seinasta umfarinum eru 14 mál á muni. Seinast tapti KÍ 4-0 á AB, meðan ÍF í fleiri dystum í ár hevur lagt rygg til stórtap. M.a. tapti ÍF fyri tveimum vikum síðani 9-0 móti AB. Og at løgin úrslit finnast á seinasta leikumfari skulu vit bara leita aftur til 2011, tá TB vann 11-0, sum var akkurát nokk til at flyta upp tað árið.

Enn bendur mest á, at 07 Vestur ikki flytur niður úr Effodeildini, meðan KÍ liggur til at fáa heiðursmerkið í næstbestu deildini fyri fyrstu ferð í nógv ár (tá talan er um næstbesta liðið).