Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KvF hevur manipulerað við upplýsingum

Sveinur Tróndarson

Viðmerking um Skattamálið hjá Betri: Sendingarnar hjá KvF um skattamálið hjá Eik eru fakliga so illa úr hondum greiddar, at tað er beinleiðis vandi fyri rættartrygdini hjá teimum, sum sendingin snýr seg um. Í fleiri førum kann tað prógvast, at KvF hevur manipulerað við upplýsingum, og í øðrum førum verður sagt beinleiðis ósatt

Viðmerking um Skattamálið hjá Betri: Sendingarnar hjá KvF um skattamálið hjá Eik eru fakliga so illa úr hondum greiddar, at tað er beinleiðis vandi fyri rættartrygdini hjá teimum, sum sendingin snýr seg um. Í fleiri førum kann tað prógvast, at KvF hevur manipulerað við upplýsingum, og í øðrum førum verður sagt beinleiðis ósatt

Lat meg bara byrja við at siga, at eg ongantíð havi sæð nakra fyritøku sum hevur havt so ringt tak á sínum samskiftisviðurskiftum, sum Eik Banki hevði í samband við skattamálið. Tað er so illa frágingið, at tað næstan frítekur KvF fyri nakrar av feilunum, sum stovnurin hevur gjørt.

Men bara næstan.

Tí tað, sum KvF hevur gjørt í hesum máli, er fakliga so út av lagi vánaligt, at avleiðingarnar fyri føroyskan journalstik kunnu vera beinleiðis ræðandi.

Um tað er tilvitað, ella um tað er tí, at man ikki hevur gjørt sítt arbeiði nóg væl, veit eg ikki. Men tá man í eini sending fleiri ferðir sigur beinleiðis ósatt og tekur setningar burtur úr samanhangi fyri at undirbyggja páhaldið hjá einum parti í sendingini, tá er tað ikki í lagi.
Ella eg kann venda tí á høvdið: Tá KvF leggur ein pástand fyri dagin í einari sending, so ikki bara eigur miðilin, tá skal hann leggja prógv fyri tí pástandinum fram í sendingini. Men tað hevur KvF ikki gjørt í samband við skattamálið.

Vánaligt avrik

Tað er ikki úrslitið av tvídráttinum millum Jørn Astrup Hansen og leiðsluna og restina av nevndini í Eik Banka, sum hevur týdning fyri meg í samband við hetta málið í dag.

Málið er avgreitt frá føroysku skattamyndugleikunum, sum siga, at løgfrøðiliga hevði bankin rætt til frádráttin. Men hann er virðissettur til 0 krónur, tað vil siga, at bankin fær onga nyttu burtur úr frádráttinum. Og tá bankin ikki kærdi ta avgerðina, endaði málið har.

Tað sum nú er áhugavert er at hyggja at, hvussu KvF fakliga hevur handfarið hetta málið.

Og har er Kringvarpið eftir mínum tykki dumpað.

Orsøkin er, at KvF eftir mínum tykki hevur gjørt øll tey mistøk sum kunnu hugsast í samband við hetta málið.

Fyri tað fyrsta hevur man gloymt at seta tey spurnartekn, sum skulu setast. Man hevur sett nøkur, men ikki á røttum staði.

Eisini hevur man brotið aðrar grundleggjandi reglur í journalistikki, sum siga, at man skal ikki manipulera við upplýsingum ella bera fram ósannindir.

Tí KvF hevur gjørt bæði tvey, og tað hoyrir ongastaðni heima. Tað koma vit nærri inn á seinni.

Astrup friðaður

Fyrsta mistakið, man hevur gjørt í KvF er, at man hevur gloymt at seta kritiskar spurningar til høvuðsgrundarlagið. At síggja til hevur man í KvF ikki hugsað tankan, um Astrup kundi vera á skeivari leið, og tí hevur man kíkað agnið, sum hann legði út.

Nú var eg í teirri støðu, at eg eisini fekk møguleikan at skriva hesa søguna. Ein góðan mánað áðrenn KvF og Miðlahúsið skrivaðu hana.

Vit skrivaðu eisini søguna um ósemjuna, men vit høvdu onga ákæru um skattasvik ella at nakar hevði lumpað seg til ein skattafrádrátt uppá 86 milliónir krónur. Tí okkara fakligu ráðgevarar, sum hava gott tamarhald á føroyskum roknskapar- og skattaviðurskiftum, søgdu, at Astrup var á skeivari leið.

Tað hava fleiri onnur eisini sagt eftir tað, men teimum tykist KvF als ikki vera áhugað at hoyra frá. Tí ikki einaferð hevur KvF spurt nakran uttanveltaðan, sum kundi tosað til fyrimuns fyri bankan og samtakið. Hinvegin hevur man leitað við lykt eftir fólki, sum kundu styrkja søguna hjá Astrup.

Hví man hevur gjørt hetta valið, kann bara KvF svara uppá, men tað er ikki bara eitt sindur løgið. Tað er serstakliga løgið.

Manipulatión

Tað er ikki snilt at leggja KvF undir at manipulera, um man ikki kann ávísa, hvar tey hava manipulerað. So tað fara vit nú at gera.

Í sendingini Skattamálið II, verða í einari talvu víst 10 punkt, har ráðgevarar hava ávarað bankan um, at har er eingin frádráttur. Í fimm av teimum førunum er tað fyrrverandi nevndarlimurin, Jørn Astrup Hansen, sum sjálvur sigur, at bankin ikki eigur frádrátt.

Hví er KvF so skrásikkurt í, at Astrup hevur rætt í hesum páhaldi? Hví er KvF so skrásikkurt í, at hann – og Henrik Bjerre Nielsen og Henning Kruse Petersen – kenna føroysk skattaviðurskifti betur enn føroyskir grannskoðarar?

Í yvirlitinum vísir KvF eisini á útsøgnina hjá Henrik Barner, sum er grannskoðari hjá KPMG, sum á nevndarfundi í bankanum tann 13. mars 2013 skal hava sagt, at frádráttur ikki hevði verið loyvdur eftir danskari lóg.

Tað segði hann, ja, men tað var bara fyrri partur av setninginum. Tí umframt tað segði hann eisini at hann: “…var enig i, at banken i den færøske indkomstopgørelse havde foretaget et fradrag for udgifterne i forbindelse med selvangivelsen for 2011.”

Niðri undir stendur so eisini, at “Der var ikke yderligere bemærkninger”, og hetta hóast bæði Jørn Astrup Hansen og Finnbjørn Zachariasen, stjóri í Spekt vóru við á fundinum.

Tá ein so týdningarmikil partur av setninginum verður kliptur burtur úr, tá er ikki longur talan um journalistikk. Tá er talan um manipulatión, og tað hoyrir ongastaðni heima.

Hóttanin var ein staðfesting

Í heila tikið megnaði KvF í seinnu sendingini um skattamálið at leggja fram eina rúgvu av leysum pástandum, sum ikki vóru undirbygdir nakrastaðni. Útsøgnin hjá Henrik Barner er eitt dømi um slíkar pástandir, eitt annað er útsøgnin hjá Torben Nielsen, nevndarformanni tann 27. mars 2014.

Sambært upplestrinum verður Torben Nielsen lagdur undir at hótta nevndarlimirnar við endurgjaldi fyri at fáa teir at taka undir við støðuni hjá bankanum í skattamálinum.

Upplesari lesur á snobbutum donskum:
“Endelig kunne der på det foreliggende grundlag være tale om ansvar for bestyrelse ikki at begære fradrag i skatten, hvis banken havde ret til det”, og saman við útsøgnini um, at bankin ikki vildi lurta eftir nøkrum, kann tað ljóða sum ein hóttan.

Men sannleikin um útsøgnina er ein heilt annar. Setningurin um endurgjaldsábyrgd fellur sum ein turr staðfesting í einum orðadrátti millum Jørn Astrup Hansen, sum júst hevur sagt, at hann ikki tekur undir við, at bankin fær frádrátt, og Torben Nielsen, nevndarformann.

Formaðurin sigur við nevndarlimin, at hann undrast á, at Jørn Astrup Hansen tveir mánaðir frammanundan hevði tikið undir við roknskapi bankans fyri 2013, har bankin júst brúkar frádráttin.

Eisini segði hann, at nevndin fleiri ferðir hevði tosað um frádráttin, og at man í sambandi við roknskapirnar fyri 2011 og 2012 hevði verið samdur um, hvussu roknskapurin skuldi avgreiðast, og seinast hevði man í februar 2014, uttan viðmerkingar gjøgnumgingið roknskapin fyri 2013. Eftir at hava sagt, at málið er tikið upp við skattamyndugleikarnar, staðfestir Torben Nielsen, at nevndarlimir arbeiða undir ábyrgd, og røkja teir ikki sína nevndarskyldu til fulnar, kunnu teir koma undir endurgjaldsskyldu – um teir ikki fara eftir einum frádrátti, sum bankin eigur (mín undirstriking, ST).

Sum orðingin stendur í fundarfrásøgnini hjá nevndini, liggur eingin hóttan í henni.

Men tað ger tað, tá hon verður lisin uttan fyri samanhang, á snobbutum donskum av einum sjónleikara. Tá kann tað ikki kallast annað enn manipulatión, og tað hoyrir ongastaðni heima í journalistikki. Slett ikki í KvF.

Beinleiðis ósatt
Umframt hesar pástandirnar, sum eru tiknir úr samanhangi, ber KvF beinleiðis ósonn tíðindi um samskifti millum bankan og eksterna grannskoðaran, Spekt spf.

Hóast grannskoðarin fýra ferðir sigur seg ivast í, um bankin hevur rætt til frádráttin, so megnar upplesarin at siga, at grannskoðarin í fleiri ár hevur ávarað Eik ímóti at gera nakað ólógligt.

Hetta er beinleiðis ósatt.

Tað er rætt, at grannskoðarin, sum nevnt omanfyri, segði seg ivast í, um bankin hevði rætt til fullan frádrátt, so sigur grannskoðarin eisini, í fyrra notatinum (2013), at tað ikki er óhugsandi, at upphæddin kann avskrivast sum goodwill, meðan hann er meira varin í tí seinna (2014).

Tí er tað beinleiðis ósatt at siga, at grannskoðarin í fleiri ár hevði ávarað bankan ímóti at gera nakað ólógligt.

At KvF ger eitt slíkt mistak í einari sending er ófyrigeviligt, tí tað eigur als ikki at koma fyri. Skal ein slíkur pástandur blásast út, so má hann prógvast, men tað verður hann ikki.

Spekt bjóðaði ikki

Tað verður pástandurin um grannskoðaraskiftið heldur ikki.

Sum ein partur av lýsingini av samstarvinum millum banka og grannskoðara, sigur upplesarin, at bankin er so misnøgdur við, at grannskoðarin hevur sett seg upp ímóti bankanum, at hann ger av, at skifta grannskoðaran út.

Róð verður framundir, at ein slíkan grannskoðara, vil bankin ikki hava.

Hetta er ein ógvuslig ákæra, sum ongastaðni er prógvað í nøkrum av teimum skjølum, sum eru í málinum. Og sambært teimum keldum, sum eg havi í bankanum, er henda ákæra heilt burturvið.
Sambært mínum keldum er sannleiki, at tá TF Holding keypti 70 prosent av partabrøvunum í Eik Banka, gjørdi samtakið av at bjóða grannskoðanina út í fýra ár. Tað útboðið vann Spekt.
Í roynd og veru gingu tey fýra árini út í 2015, men millum annað av tí, at skattamálið ikki var endað, valdi bankin at halda fast við grannskoðaran, og tí varð grannskoðanin ikki boðin út fyrr enn í desember í 2016. Allar tríggjar stóru føroysku grannskoðarafyritøkurnar vóru bodnar at bjóða, eisini Spekt. Men tá avtornaði valdi Spekt, sambært samtakinum, slett ikki at bjóða. Tá er ikki lætt at vinna eitt útboð.

Brotið reglurnar um góðan fjølmiðlasið

Eftir mínum tykki er eingin ivi um, at KvF greitt hevur brotið leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið.

Millum annað hevur man brotið grein 3.2, sum sigur, at “tað er góður fjølmiðlasiður at vera vandin í valinum av heimildum, og at eftirkanna, at upplýsingar frá heimildum eru rættar. Eisini er tað góður fjølmiðlasiður at stremba eftir fjølbroytni í valinum av heimildum. Heimildarvandnið herðist, um dulnevndar heimildir verða nýttar, ella um ein heimild gevur fjølmiðli einkarætt.”

Men hevur man ikki eisini brotið grein 2.1, sum tosar um integritet og ábyrgd.

Hon sigur soleiðis: “Tað áliggur øllum fjølmiðlum og tí einstaka fjølmiðlafólkinum at verja integritetin og trúvirðið, so arbeiðast kann uttan trýst frá einstaklingum ella bólkum, sum av politiskum, fíggjarligum ella øðrum orsøkum kunnu hugsast at vilja ávirka innihaldið.”

Brýtur man hesar ásetingar, og tað haldi eg at KvF hevur gjørt, so spælir man ikki bara við integritet, men eisini við trúvirðið, og so er man farin at pilka við tað allarheilagasta í journalistikki yvirhøvur.

Tí tá trúvirðið er farið, er einki eftir. Tað er tíverri har KvF lutvíst er í dag. Tað gongur ikki í longdini og tí má okkurt gerast, sum flytir stovnin aftur á beint. Skjótt!

Sí skjal 1 PDF

Sí skjal 2 PDF

Sí skjal 3 PDF

…..

Norðlýsið um høvundan: Sveinur Tróndarson var tann fyrsti, sum skrivaði um skattamálið. Tað gjørdi hann í Dimmalætting, fyrstu ferð tann 11. mars 2016 ella ein góðan mánað áðrenn Sosialurin og KvF byrjaðu uppá somu søgu. Hann hevur, hvørki sum journalistur ella privatpersónur, skrivað nakað um skattamálið, síðan hinir miðlarnir byrjaðu at skriva um tað. Í vár, eftir at hann var givin at arbeiða sum journalistur, tók hann samanum málið fyri Eik Banka. Tað arbeiðið, sum vardi eina góða viku, var liðugt í mai mánað í ár. Eftir at Norðlýsið fekk fatur á nýggjum skjølum í nógv umrødda skattamálinum, sum seta varpa nýtt ljós á málið, vendu vit okkum til høvundan, sum er útbúgvin bankamaður og hevur arbeitt sum grannskoðari, um at viðgera skjølini.