Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bogaskjúttar til Póllands

Tíðindaskriv

Hesa komandi vikuna verður stór bogaskjóti kapping hildin í Legnica í Pólland. Talan er um European Archery Championships – EM.

Tríggjir føroyskir skjúttar fara at luttaka í kappingini, teir eru Jóannes Poulsen og Nikkel Petersen – báðir frá Ørvi í Runavík, og Jógvan Niclasen – frá Tambar í Havn.

Í teirra bólki – Compound Men – eru í alt 90 skjúttar úr 33 ymiskum londum.