Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Danskur tíðindamaður fyrilestur í Finsen

Tíðindaskriv

Tíðindamaðurin, Martin Breum, heldur mánakvøldið almennan fyrilestur um støðu Danmarkar til sjálvstýrandi økini Føroyar og Grønland, og hvussu broytta støðan í Arktis og trongdin hjá føroyingum og nú eisini grønlendingum at stjórna sær sjálvum fær Danmark at raðfesta Føroyar og Grønland hægri uttanríkis- og trygdarpolitiskt.

Fyrilesturin verður í Auluni í Finsen mánakvøldið 27. august kl.19.

Martin Breum er tíðindamaður og rithøvundur. Hann var sjónvarpsvertur í sendingini Deadline á DR2 frá 2003-2014, hann hevur verið tíðindamaður á Chrstiansborg fyri TV-avisen og Information og var í fimm ár útsendur tíðindamaður í Afrika. Hann er fyrrverandi varastjóri í International Media support og hevur loyst uppgávur í eitt nú Kina, Afganistan, Miðasia, Miðeystri og Afrika. Umframt at skriva bøkur um serliga Arktis hevur hann nú regluliga greinir í Weekendavisen.