Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Færri ynskja at búgva í Keypmannahavn

Jóhann Lützen

Tey ressursusterku búgva í býunum, ímeðan tey ressursuveiku flyta út kring landið, hetta elvir til polarisering í danska samfelagnum, skrivar BT í dag.

Tølini fyri 2017 siga, at fólkaminking er í høvuðsstaðnum í Danmark, men verður hugt at hvørji tey eru, sum flyta úr býnum, sæst at Keypmannahavn gerst ein býður fyri tey ríku og vælútbúnu.

Fleiri arbeiðspláss eru komin kring landið, men kostnaðurin á íbúðum í stóru býunum er ein týðandi faktorur. Fólk við lítið av pengum verða pressaði úr Keypmannahavn, sigur Lars Andersen direktørur í Arbejdernes Erhvervsråd við BT. 

– Hetta kann geva eitt polariserað samfelag og hava eina sjálvforsterkandi effekt, har tey ressursusterku savnað seg í stórbýum, við tí úrsliti at prísirnir økjast enn meira, meðan øvugta gongdin er úti kring landið, sigur Lars Andersen.