Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bamsuvitjan og føðingardagur í Fjallafípuni

klaksvik.fo

1. september fylti Fjallafípan 16 ár. Tí var morgunmatur fyri børnum og foreldrum á stovninum í morgun, og eftir morgunmatin kom ein mjúkur og klemmiligur føðingardagsgestur á gátt.

Tá ið børnini í Fjallafípuni høvdu etið morgunmat í morgun, og foreldrini vóru farin avstað aftur, kom ein serligur gestur á vitjan hjá teimum. Bamsan er kend úr átakinum “Betri vinir” hjá Barnabata, sum er fyribyrgjandi átak móti happing, og Bamsan gav sær góðar stundir at klemma og heilsa uppá øll børnini og tey vaksnu í Fjallafípuni. 

Áðrenn hon fór avstað aftur, vísti Bamsan eisini børnunum, at hon bæði dugir at ‘flossa’ og ‘dabba’, og so stillaði hon eisini upp til eina felagsmynd saman við øllum børnunum í Fjallafípuni.

Harleywoodpaint