Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hatta var nú ikki smart

Oliver Joensen

Í vikuni hava ein havhestur og ein reyðfiskur hingið til spott í klokkuni við Djúpumýru. Tað hevur verið vanligt her hjá okkum at heingja upp til turkingar. Men at fara illa um okkara tilfeingi og at brúka tað til stuttleika, boðar frá lítlari virðing fyri tí, ið hevur “átt lívið” í mongum.

Havhestungarnir sløðast kring um nú um dagarnar. Tað minsta er, at um vit taka teir upp, so er tað við skili, annars kunnu vit bara geva teimum frið, til teir sjálvir megna at fara á flog.