1.deild hjá KÍ hevur ligið á odda í deildini síðani 3. umfar. Men seinastu tíðina hevur ÍF, sum eina tíð lá 11 stig aftanfyri KÍ, fingið vind í seglini og nú seks umfør eru eftir, so er bara eitt stig á muni millum oddaliðið KÍ og ÍF.
KÍ skal til Hoyvíkar at verja oddasessin leygardagin. Dysturin móti Giza Hoyvík byrjar kl. 17.00. ÍF spælir í Vági móti TB/FCS/Royn.


