Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Stjørnan fekk javnleik á Skála

Oliver Joensen

Tað blivu ikki nógv mál skotin, tá kvinnurnar hjá Stjørnan og StÍF í dag leiktu javnt 17-17 í høllini á Skála.

Tað gekk javnt á allan fyrra hálvleik, liðini skiftust um at hava leiðsluna. Hálvleiksstøðan var 11-11.

Javna gongdin helt fram í seinna hálvleiki, sum var merktur av, verjurnar stóðu væl, og at liðini høvdu trupult við at spæla seg upplagdar málmøguleikar. Tað eydnaðist liðunum báðum bert at skora seks mál í part í seinna hálvleiki, soleiðis at endaliga støðan gjørdist javnleikur 17-17.

Málini hjá Stjørnuni skutu Judith Dam-Jacobsen, Mina Sirdal, Jórun B. Nielsen fýra mál hvør, Tóra Eliasen skoraði 3 ferðir, meðan Sonja Sirdal og Marið Heimistuvu og Kartirn Bertholdsen skutu hvør sítt mál.

Næsti dystur hjá Stjørnuni verður á heimavølli hóskvøldið 4. okt., tá Kyndil kemur á vitjan.

Harleywoodpaint