Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tónleikur úr Grønlandi

Tíðindaskriv

Tunnilsdagin 29.septembur spælir grønlendska stjørnan Nive Nielsen í Spaniastovu.

Hetta er hennara fyrsta vitjan í Føroyar. Nive spælir saman við bólki sínum – The Deer Children – nakað so sermerkt sum “inuit-indie”.

Á konsertferðum sínum vitjar hon eins regluliga smáar bygdir í Norðurgrønlandi sum kendar tónleikapallar í Los Angeles. Tónleikurin, sum til tíðir ber brá av Americana, er sterkur og opin, settur til ævintýrakendar tekstir.

Í 2016 fekk Nive mentanarvirðislønina hjá Krúnprinsaparinum ”Stjernedrysprisen”, og í 2017 fekk hon eina av høvuðsleiklutunum í nýggju sjónvarpsrøðini hjá Ridley Scott ”The Terror”.

Konsertin er partur av konsertrøðini PULS, sum er eitt samstarv millum Spaniastovu, Norðurlandahúsið og Listastovuna.

Atgongumerki til konsertina tunnilskvøldið kl 22 kunnu keypast á www.atgongumerki.fo og við dyrnar frá kl 2130.