Lágtrýstini fara í hesum døgum eystureftir nakað fitt norðan fyri Føroyar. Tí fer ættin at liggja ímillum útsynning-vestan og útnyrðing-vestan næstu dagarnar.
Vindferðin fer at skifta meiri enn ættin – úr stívum andøvsguli, 8 til 13 m/s, í dag, minni vindur í kvøld og í morgin, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin fríggadagin fer vindurin at veksa, og um kvøldið er vindferðin 13 til 18 m/s.
Vindurin minkar fyrrapartin leygardagin.
Einki brúgvalag við regni er ávegis henda vegin fyrr enn fríggjamorgun. Tað kann tó regna í støðum í Føroyum fyri tað – t.e. har sum luftin verður tvungin upp um fjøll.



