Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , , ,

Kjakfundur á Tekniska Skúla í Klaksvík

Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther

Mikukvøldi skipaði Norðoya Tjóðveldisfelag fyri kjakfundi á Tekniska Skúla í Klaksvík. Temaið var “Møguleikar og avbjóðingar í Norðoyggjum”, sum nógv fólk møttu upp til at fyglja við í.

Fundurin varð skipaður soleiðis, at fyrst greiddu seks fólk frá sínum royndum og eygleiðingum úr ymisku økinum. Økini vóru:

 

  • Rani Nolsøe, greiddi frá um desentralisering
  • Marna Ellingsgaard Jensen, greiddi frá um eldraøkið
  • Súsanna Joensen, greiddi frá sálarligu heilsu:
  • Deirdre Hansen, greiddi frá um útbúgving og ung
  • Anfinn Hansen, greiddi frá um fiskivinnu
  • Pól Sundskarð, greiddi frá um ferðavinnu

 

Síðan fingu umboð fyri politisku flokkarnar orðið til at greiða frá sínari hugsan um ymsu evnini, sum vórðu umtalað og annars viðmerkja tað, ið kom fram. Teir politikarar, sum vóru við, vóru – Fólkaflokkurin, Jákup Mikkelsen, Javnaðarflokkurin, Gunnvá Tróndardóttir Joensen, Tjóðveldi, Óluva Klettskarð og Miðflokkurin, Karsten Hansen.

Eisini fekk áhoyrarafjørdin høvið at viðmerkja og koma við spurningum. Áhugin má sigast at vera góður fyri fundinum, tí væl av fólki møttu upp og fundurin, sum byrjaði kl. 19, var ikki liðugur fyrr klokkan gekk væl í 22.

Tað komu nógvar áhugaverda viðmerkingar fram á fundinum. M.a. nevndi Pól Hus Sólstein, stóri á North Pelagic, sum selur vørurnar hjá Christian í Grótinum og Norðborg, at við tí ætlaða tilfeingisgjaldinum, sum stendur á fíggjarløgini fyri 2019 – á 355 mill – skulu reiðarríðini gjalda 2/3 og manningarnar 1/3 av hesi upphædd, áðrenn nakað kemur til sættis.

Tá ið norðurøkið: Gøta, Fuglafjørður og Klaksvík stendur fyri um 80 – 90% (Klaksvík um 40 – 45%) av tí veiðu, sum tilfeingisgjald verður roknað av, missa manningarnar í hesum øki tilsamans um 100 mill í hýru í 2019. Fyri norðurøkið merkir hetta o.u. 20 mill niðurskurð í skattainntøku, har av Klaksvíkar kommuna fær um 8 mill minni í skattinntøku av hesum ávum. Av somu grund kann eisini roknast við minkandi partafelagsskatti til kommunurnar í 2019.

Reiðaríðini í sama øki koma at missa vegna uppskotið um tilfeingisgjald í 2019 355 x 2/3 x 80-90 % = góðar 200 mill.