Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Rundferð á Biskupstorgi

Jóhann Lützen

Sum liður í tiltakinum, Klaksvík í Fokus, ið Klaksvíkar kommuna skipar fyri, greiddi Ósbjørn Jacobsen, arkitektur frá miðbýarætlanini. Sigast kann, at Biskupstorgi byrjar veruligt skap. Hópin av fólki møttu til fyrsta tiltaki á áhugaverdu skránni – fyri Klaksvík í Fokus.

Á Biskupstorgi eru 30 nýggjar íbúðir um at verða lyklaklárar, og fyrsta tiltak á skránni var ein rundferð í hesum spildurnýggja bygninginum í miðbýnum.

Harumframt varð høvið at síggja nýggja pumpuhúsið, har vekslarin til sjóhitaskipanina er staðsettur. Útsýnið úr íbúðunum á Biskupstorgi gevur harumframt eisini gott yvirlit yvir samlaðu miðbýarætlanina.

Myndirnar hevur Dávur Winther tikið