Líðhamar avreiddi fyri løtu síðani hjá NFCS.
Á 50 stampum hevði hann 10.500 pund í dag. Tveir triðingar var hýsa, meðan rest var toskur. Á fimm setum hesa vikuna hevur Líðhamar fiskað 60.000 pund, sum er ein rokvika hjá einum útróðrarbáti.
Norðsøki hevði 7000 pund á 45 stampum, meðan Brandur hevði 6000 pund á 40 stampum í dag. Allir royndu norðanfyri, men tó á ymiskum leiðum.



