Jú, vit føroyingar kunnu syngja av hjarta og við fullum hálsi: “Vit eru føroyingar serstøk tjóð”
Upp gjøgnum søguna hava vit sæð nógv sløg av kollveltingum, ídnaðarkollveltingar, har vinnulívið hevur skapt framburð, sum hava tænt fólkinum og bjarga londum, har stjórnir hava skorða undir.
Heimurin hevur havt hópin av politiskum kollveltingum, við ymiskligum avleiðingum. Tær mest kendu eru tann franska 1789 og russiska í 1917. Í Afrika, Mið- og Suðuramerika, sum hava verið og framvegis eru. Hesar kollveltingar hava havt tað til felags, tær spretta úr fólkinum ímóti stjórnini. Úrslitini hava verið fjøltáttað.
Seinastu 100 árini hava Føroyar verið ígjøgnum hegnisligar ídnaðarkollveltingar á sjógvi og á landi, sum hava havt við sær, at vit í dag eru eitt framkomið land hóast fáment.
Kollvelting úr landsstýrinum móti fólkinum
Føroyingar elska at syngja byrjunnarstrofuna í næstseinasta ørindi í sanginum hjá Poul F: “Vit eru føroyingar serstøk tjóð”.
Haldi, at orðini “vit eru føroyingar serstøk tjóð”, hava ongantíð verið meiri beinrakin, enn undir sitandi landsstýri við álopum á virkisfúsni í høvuðsvinnu okkara, nú “kollveltingin” verður framd móti frum- og tænastuvinnum, har væl hevur gingist. Í Føroyum sprettur kollveltingin ikki úr fólkinum, men úr stjórnini móti høvuðsvinnuni og fólkinum.
Jú, vit føroyingar kunnu sanniliga syngja av hjarta og fullum hálsi: “Vit eru føroyingar serstøk tjóð”, soleiðis sum stjórnin ber seg at móti høvuðsvinnuni og fólkinum.
Er vinnan fyri niðurgangandi
Enn hevur tað ikki sett síni vandamerki á, tí tíðirnar við tilfeingi hava verið so serliga góðar, men komandi árini fer hetta at merkjast. Longu í 2019 fara vit at síggja fyrstu avleiðingarnar við fækkandi landingum og minkandi avlopum í rakstrinum. Tað kemur týðiliga fram í tølunum. Uttan iva fara prísrnir – sum ikki óvanligt – at verða sveiggjandi! Er ikki vøkstur í vinnu, fánar hon fyrst og heldur síðani uppat.
Lesa vit ídnarðar- og vinnulívssøguna í Føroyum og í Danmark, sæst at stutt var frá framgongd út í ódnaðarveður. Taki bara tvinni dømi. Í Føroyum: Mortensen og Kjølbro, sum veruliga hava verið arbeiðsskapandi og í Danmark risafyritøkurnar FL Smidth og Lego, sum allar fleiri ferðir til tíðir hava verið tyngdar í knæ við stuttum millumbilum. – Fýra ár, situr ein stjórn, tað er ongin tíð, lívið hjá vinnuni skal vara fleiri ferðir tað.
Gyltari tíðir enn nakrantíð
Minnist til, at núsitandi stjórn hevur sitið í mest gyltu uppgangstíðum nakrantíð og tað er tilfeinginum, íløguhuginum sum er framdur, hegnisligu leiðslunum í alivinnuni og í fiskivinnuni saman við starvsfólkum teirra fyri at takka, at so væl er komið burturúr.
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi lovaðu áðrenn valið, at teir vildu geva Føroyum og føroysku ali- og fiskivinnuni, har væl gekst, eina niðurgongd, tí her var ov nógvur peningur og “ov nógv av óvæntaðum tilfeingi” sum skuldi í landskassan, heldur enn at geva møguleikar, har tað gongur væl, at kunna gera íløgur, so vinnan hevði møguleikar at fáa tólini ájavnt við – ella framum – kappingarneytarnar uttanum okkum . – Men hvat Framsókn við sínum borgarligu ættarbondum hevur at gera í hesum selskapi, er ilt at siga, men Framsókn hevur verið við til at skorða undir skaðan.
Tað ger onki, um eg nevni “okkara kæra facebook”, har fleiri av okkara mentafólkum, tónleikarum og komponistum, høvundum og yrkjarum, sum lítið høvdu formáa sær ídag uttan, at tað vóru tey, sum gjørdu ivasamar íløgur í vinnuna við ymiskum úrslitum. At hesi ikki hava aftrað seg við, tá høvið beyðst, at koma við niðrandi og sera niðrandi viðmerkingum uttan veruliga at vera inni í málinum, er ikki hugnaligt.
Søgan er torfør at greiða meðan “tú livir í henni”
Heimurin hevur verið ígjøgnum hópin av upp og niðurgangandi tíðum. Vit kenna ikki komandi fimm árini, men í sjónarringinum verður nú rópt varskó. Ídag er onki abreiðsloysi, húsaprísinir vaksa ónormalt.
Hyggja vit at 1920unum, tá so mangir á Wall Street høvdu hug “at lata seg úr, nú sólin skein” og Keynes fíggjarstrategurin hjá Javnaðarflokkinum segði í 1927. “We will not have any more crashes in our time”! – Fýra ár eftir hetta fór Wall Street í sor og harvið heimurin við teimum mongu sorgarleikum.
Av og á, tá eg hoyri løgmann og fiskimálaráðharran tosa um allar milliardirnar, sum fyritøkurnar eiga – ella eiga ov nógv – sum hesir vilja hava hendur á, sýnast orðini hjá Keynes at spøkja aftur, men nú er tað bara í “viðvendu kollveltingini” – úr stjórnini mótvegis vinnuni.
Jú, landsstýrið kann á hesum grundarlagi kanska eina tíð enn syngja av hjarta og fullum hálsi: “Vit eru føroyingar serstøk tjóð”. Vónandi fáa vit eina borgarliga hugsan og hugsjón áðrenn langt um líður.
Føroyska høvuðsvinnan og føroyingar hava annað uppiborið, enn tað sum ídag fer fram.



