Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

2,6% í rakstrarvøkstri, 8 túsund í barnafrádrátti og niðurgjalding av skuld

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri

Hin 11. oktober var Runavíkar býráð savnað í Saltangará fyri at leggja fíggjarárið 2019 til rættis. Eftir drúgføran fund varð samfeld semja gjørd um, millum allar býráðslimirnar, hvussu Runavíkar kommuna skal rekast á fíggjarliga mótinum næsta ár.

Í kvøld – 31. oktober – var fyrsta viðgerð av FÆ2019 á almennum býráðsfundi. Politiska semjan, gjørd frammanundan, var grundarlagið undir uppskotinum, og býráðið alt tók undir við tí. Onnur og endaliga viðgerðin verður á almennum býráðsfundi hin 29. november 2018.

 

Raksturin hækkar við 2,6%´um. Barnafrádrátturin hækkar við 1.500 krónum fyri barnið – úr 6.500 uppí 8.000 krónur. Skattaprosentið verður tað sama, ongin lántøka verður framd, hinvegin er ætlingin at gjalda skuldina niður við 13 milliónum krónum í 2019. Í løtuni er skuldin komin niður á 57% av einari álíkning. Íløgufæið í 2019 er samsvarandi ætlanini 45,6 milliónir krónur.

 

Íløgumegin er nýggja bryggjan undir Høgabóli liðug, bara ravmagnsparturin er eftir, og í løtuni verður grót úr Eysturoyartunlinum ført av Strondum yvir í økið norðanfyri verandi havnarlag í Saltangará. Fyrireikingar verða longu nú gjørdar til tað, at fara undir gerð av eini 40 metra breiðari rampu, til rullandi flutning, í norðara enda á oljubryggjuni, – tí verður grótið lagt soleiðis, at skjøtil kann setast á hesa verkætlan, táið grótið úr tunlinum er komið til høldar einaferð næsta ár.

 

Onnur verkætlan, ið liggur fyri framman, er ætlaða svimjingarhøllin. Í vikuni verður arbeiðstilfarið flýggjað fyritøkunum, sum skulu luttaka í arkitektakappingini hesum viðvíkjandi. Luttakandi arkitektarnir hava eftir tað eina freist á tríggjar mánaðir til at senda uppskot síni inn, sum eftir tað verða viðgørd í metingarnevnd, umsiting, býráðsnevndum og býráði.

 

8 milliónir eru settar av til útstykkingar í 2019. Arbeitt verður í Leitishaganum í Saltangará-Runavík økinum, í Rituvík, í Søldarfirði og skjótt verður farið í holt við at stykkja út á Skála. Hetta snýr seg um væl omanfyri hundrað búeindir, og rættiliga stórur áhugi er hjá fólki at fáa sær tak yvir høvdið í økinum. Spillivatnsætlanin heldur fram hagartil komið er á mál, og 3,8 milliónir krónur eru settar av í 2019. Væleydnaða royndin við nýggju vallarljósunum í Runavík hevur nú tað við sær, at sama skipan verður sett upp við vøllin á Skála í 2019. Frameftir ætlar Runavíkar kommuna at gera væl meiri við at røkja sínar ognir, tí er hálv sætta millión sett av til tað endamálið. Annars er eitt yvirlit yvir íløgurnar niðast í hesum skrivi.

 

Runavíkar býráð hevur valt at reka kommununa í 2019 innanvert egnu uppdrift, soleiðis, at neyðugt verður ikki at taka upp lán í næsta fíggjarári. Tað ber ikki til at taka lán til rakstur, heimildir eru ikki fyri hesum, men kommunan ætlar heldur ikki at læna pening til íløgur í 2019.

 

Fíggjarkarmurin:

 

Samtyktur at vera                                                       216.500.000 kr.

 

Inntøkur:

 

Persónsskatturin er mettur til                                   160.000.000 kr.

Felagsskatturin er mettur til                                        24.000.000 kr.

Eftirlønarskatturin er mettur til                                  32.500.000 kr.

 

Rakstur:

 

Samlaða rakstrarútreiðslan er sett til                       152.400.000 kr.

Fíggjarkostnaðurin verður                                            5.500.000 kr.

Afturrindan av skuld er ásett til                                 13.000.000 kr.

 

Íløgur:

 

Ætlandi verða íløgur gjørdar fyri                               45.600.000 kr.

 

Raksturin skipaður á økjum:

 

Kommunal fyrisiting                                                   14.465.000 kr.

Almannamál (eldraøkið ítalt)                                    57.615.000 kr.

Børn og ung                                                                   32.627.000 kr.

Undirvísing                                                                   13.855.000 kr.

Mentamál                                                                       10.460.000 kr.

Teknisk mál                                                                                         16.421.000 kr.

Kommunal virki                                                             6.957.000 kr.

 

Viðmerking: Havnirnar í Runavíkar kommunu (vanliga róptar Runavíkar havn) eru partar av kommunalum virkjum og væntast at geva 6.474.000 krónur í yvirskoti fyri árið 2019.

 

Íløgurnar skivaðar á økir – 45.600.000 kr.:

 

Runavíkar kommunala søga                                          440.000 kr.

Ábøtur, nýgerð og umvælingar avbygningum        5.550.000 kr.

Heilsudepilin í Runavíkin                                               300.000 kr.

Akfør og maskinamboð                                                  980.000 kr.

Tekning og ætlan av ansingarstovni (Glyvrar)            750.000 kr.

KT-íløga í kommunalu skúlunum                                 500.000 kr.

Svimjihøllin                                                                    1.900.000 kr.

Gula Smiðja – Ítrivshús                                                   800.000 kr.

Ljóðútgerð í Løkshøll                                                      250.000 kr.

Kykmyndaætlan                                                               250.000 kr.

Fornminni                                                                         300.000 kr.

Skýlið og økið kring um vøllin í Runavík                     300.000 kr.

Ljós við fótbóltsvøllin á Skála                                     3.600.000 kr.

Ítróttarøki í Oyndarfirði                                                  300.000 kr.

Marmennilin í Elduvík                                                     250.000 kr.

Vetrarfriðing í Funningsfirði                                         300.000 kr.

Miðbýarætlanin                                                             3.000.000 kr.

Útstykkingar                                                                  8.000.000 kr.

Kirkjugarðar                                                                   1.895.000 kr.

Spillivatnsætlanin                                                         3.800.000 kr.

Rimaverk um ovaru brúnna í Funningi                        185.000 kr.

Asfaltering Glyvravegur – Heiðavegur                     1.700.000 kr.

Farsetingarstøð við Glyvra skúla                                  250.000 kr.

Gøtan um Toftavatn                                                         150.000 kr.

Gøta í Rituvík                                                                    700.000 kr.

Bygdagøtan Lamba-Glyvrar (Søldarfjørður)               200.000 kr.

Ljós á bryggjuni undir Høgabóli                                1.800.000 kr.

Keyp av gróti úr Eysturoyartunlinum                       5.000.000 kr.

Rampa til rullandi flutning við Oljubryggjuna        1.000.000 kr.

ISPS-stik og grindir                                                          400.000 kr.

Havnagerð á Skála                                                           500.000 kr.

Glyvra Strond                                                                    250.000 kr.

 

Í dag búgva 4.021 fólk í Runavíkar kommunu, og ynskir onkur at fáa meiri at vita um fíggjarætlanina 2019, ber til at ringja á fartlf. no. 237015.

 

Táið FÆ2019 er endaliga samtykt á býráðsfundinum í november, verður hon í síni heild løgd út á heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu.

 

 

Tórbjørn Jacobsen,

borgarstjóri,

Runavíkar kommuna.