Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Borgarstjóri: Klaksvíkar Kommuna spreingir kommunalu mørkini

John William Joensen

Í beinleigis viðmerking á facebook til tíðindini hjá Norðlýsinum um ætlanirnar hjá Klaksvíkar Kommunu við handilshølunum í miðbýnum, skrivar Torbjørn Jacobsen soleiðis:

Hugalig tíðindi fyri aðrar borgarstjórar í landinum, at hin liberala Kristina Háfoss nú letur tað fara aftur við borðinum, at kommunuskuld kann leggjast og parkerast út í sjálvsognarstovnar. Hon fekk onga avtalu við Kommunufelagið um nakað sum helst (av góðum grundum) og nú verða øll mørk sprongd umvegis aðrar ventilar, hetta gevur heilt aðrar og nýggjar møguleikar hjá okkum, sum sita fyri kommununum. Takk skulu tit hava, sum sprongdu mørkini og almennu avmarkingarnar fyri okkum onnur…. 

Kelda: news.fo