Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Køli í vikuskiftinum

Hanus Kjølbro

Kølin luft av leiðunum norðan fyri Ísland rekur ímóti Føroyum í dag og í morgin. Einki brúgvalag kemur hendaveg í vikuskiftinum, men tað kann vera regn ella vátakavi hóast tað, har sum luftin er tvungin um upp fjøll.

Í dag – leygardag – er skjótt at skriva um vindferð og ætt. Allan dagin 8 til 13 m/s av landnyrðingi-eystri. Seinnapartin í morgin gongur hann niður í eystan, og vindurin minkar niður í 5 til 10 m/s.

Avfallið í dag og í morgin er ikki líka skjótt og lætt at skriva um. Einki brúgvalag við samregni, men í øllum teim støðum kring landið, har sum ættin ikki er góð, fara at vera løtur við regni í dag.

Hitin í dag og í morgin fer at vera eitt skiftandi – tað velst um hvar í landinum tú ert. Niðalaga fara at vera 4 til 7 stig, men har sum t.d. vegir liggja høgt eru nøkur stig kaldari, og tað kann væntast vátakavi.

Gott vikuskifti