KÍ boðar í kvøld frá, at tveir av yngru leikarunum hava gjørt nýggjan sáttmála.
Talan er um 22 ára gamla Steinbjørn Olsen og 21 ára gamla Jóannes K. Danielsen, sum í 2018 hava verið partur av U21 landsliðnum. Steinbjørn fekk sítt gjøgnumbrot í ár, meðan Jóannes var millum bestu álopskendu bakkarnar í deildini. Hann var bakkurin við flest uppleggum (7).
Steinbjørn hevur gjørt sáttmála fram til endan av 2020, meðan Jóannes hevur gjørt sáttmála til endan av 2021.


