Við støðið í virðisorðunum “góðska, dygd og góð tænasta” hevur bakaríið fingið nýggjan samleika.
Eftir at bakaríið varð keypt, hevur tørvur verið á at broyta samleika, so hann gerst meira tíðarhóskandi. Ein samleiki, sum myndar bakaríið, køkuhúsið og eisini matstovuna undir einum heiti og samstundis nútímansgera framleiðsluna, hølir og víðka um vøruúrvalið. Hesa tilgongd eru vit longu farin undir við at gera hølini bæði snøgg og hugnalig, fáa nýggjan visuellan samleika og at leggja dent á at hava góðsku, hitt góða, gamla handverkið, í øllum vit framleiða.
Nýggja búmerkið tekur støðið í navninum Amarant, sum er ein planta, ið eitt nú verður nýtt til glutenfrítt mjøl, og harav verður alskyns bakstur framleiddur. Búmerkið er einfalt og tíðarleyst og skal endurspegla staðið, har morgunbreyðið verður keypt, har nýbakaðar køkur fylla diskin og har gott er at njóta eina góða máltíð.

Búmerkið myndar eina kaku, har eitt stykki er tikið av og soleiðis skal helst vera við øllum okkara vøruúrvalið, at tað skal gagnast væl og smakka av meir. Búmerkið myndar bókstavin A, evnaður til soleiðis, at tað gevur hugasambond til plantuna Amarant. Bókstavurin liggur sum ein glaring á køkuni, sum vísir dygdargott og handgjørt arbeiðið og at vit vilja geva vørum okkara nakað eyka. A fyri at vit vilja vera fyrst og fremst, tá tað kemur til góðsku og góða tænastu. A vísir somuleiðis til navnið Amarant og kann tí lættliga standa einsamalt, sum eitt sterkt merki.
Grøni liturin skapar ró og hugna. Skriftin, sum eitur Adelle Sans, er nútímans, men kortini klassisk. Hon er modernað og opin, men hevur samstundis rættan rygg og er álvarsom.
Samanumtikið halda vit, at samleikin er gjøgnumførdur umframt at tað eisini er pláss fyri framtíðarmenning av okkara samleika við dygdargóðari tænastu til flest allar málbólkar.
Amarant kemur at verða ein viðspælari fyri verandi og komandi viðskiftafólk og vilja vit eisini taka við øllum avbjóðingum, sum liggja fyri framman.



