Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vantandi planlegging steðgar nú rennibreytini

John William Joensen

Alt arbeiði við rennibreytini er steðga upp tí kommunan hevur einki økið at vísa á, sum kann taka teir umleið 60.000 kubikmetrarnar av mold og eyri frá útgrevstrinum.

Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu kann lesast um nýggju rennibreytina í Klaksvík, sum LBF saman við PB Consult og MAP arkitektum stendur fyri at byggja og sum skuldi verða klár at asvaltera í mai mánaða komandi ár.

Men stutt eftir at gravimaskinurnar vóru farnar í holt við útgrevsturin steðgaði alt arbeiði upp.

Sum skilst er trupuleikin vánalig toppstýring.

Kommunan hevur einki øki at visa á, sum kann taka ímóti mold og eyri. Í gamla grótbrotinum á Bumshamri er fult, og sama skil er í Árnafirði har mold hevur verið savnað.


Og sum skilst er eingin loysn fyri framman, tí talan er um stórar nøgdir av tilfari, sum skullu flytast komandi tíðina. Umframt teir umleið 60.000 kubikmetrarnar, sum mett er skulu gravest upp úr Másheyggi og eystanfyri Ósánna, hevur býráðið samtykt at farast skal í gongd við at grava út nýtt ídnaðarøki frá Reyvhellu og út móti Taravík á Borðoyavík. Her eru eisini talan um stórar nøgdir av tilfari og í løtuni veit eingin hvat skal gerast við moldina og eyrin frá hesum stóru verkætlanum.
Sum skilst standa arbeiðsmenn og bíða eftir teimum, sum skriva tegningar út úr teldum. Fyribils er rennibreytin í Klaksvík útsett til 2020.
 
Kostnaðarætlanin fyri rennibreytina er uml. 36 mió. kr..